Nostalgiski útisetin bloggar úr Esbjerg

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Súna Fríða Johannesen

Tey flestu hava kent hann sum áleypara í fótbólti báðumegin aldarskiftið. Súni Fríði Johannesen eitur hann, og mong vóru málini hann skoraði fyri NSÍ, B68 og HB í besti fótbóltsdeildini.

 

Nú býr 45 ára gamli Súni Fríði í Esbjerg í Vesturjútlandi, og hann gerst alsamt meira kendur fyri annað enn fótbólt.

 

Regluliga bloggar Súni Fríði á facebookvanga sínum um tað sum rørdi seg í heimbýnum, Runavík seinast í 20. øld, umframt at bloggað verður um onnur ting, sum eru minnisrík og afturlítandi. Mong fólk, ikki minst tey sum eru kend við umhvørvið í Runavík finna stóra frægd í at lesa væl orðaðu bloggarnar hjá Súna Fríða. 

 

Í fyrrapartssendingini hjá Rás2 "Sjóðteim" ringdi Hilmar Jan Hansen til nostalgiska útisetan, sum bloggar úr Esbjerg.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Súna Fríða greiða frá blogginum hann hevur á facebookvanga sínum.