Notio – besta úrslitið og nýggjar eigarar

Fríggjadagin skifti íløgufelagið hjá Eik Banka, Notio, eigarar. Familjan hjá Eiler Jacobsen, sála, eigur nú Notio, og tey manna bæði nevnd og leiðslu.

Fríggjadagin skifti íløgufelagið hjá Eik Banka, Notio, eigarar. Familjan hjá Eiler Jacobsen, sála, eigur nú Notio, og tey manna bæði nevnd og leiðslu.

 

Fríggjadagin kom fram, at Jacobsen familjan gjøgnum P/F Krúnborg hevði keypt P/F Mest, sum fyrr æt Tórshavnar Skipasmiðja, frá Eik Banka. Eik Banki átti Mest gjøgnum íløgufelagið Notio. Men sambært Skráseting Føroya er tað nú eitt felag, ið kallast 26.07.2014 Sp/f, sum eigur Notio. Eigari av 26.07.2014 Sp/f er P/F Krúnborg.

 

Sambært roknskapinum er Mest samtakið einasta aktiv av týdningi, sum eftir er í íløgufelagnum Notio.

 

Árslitið hjá Notio fyri síðsta ár var slakar 23 milliónir krónur, sum er munandi meira enn árið fyri, tá felagið hevði hall upp á góðar 8 milliónir krónur.

 

Partapeningurin í Notio er 55,7 milliónir krónur. Eginognin er góðar 124 milliónir.

 

Í sambandi við eigaraskiftið er broyting eisini farin fram í nevndini. Úr nevndini eru farnir Olav Skaalum Guttesen og Súni Schwartz Jacobsen

 

Í nevndini í Notio eru nú:

 

Eiler Jacobsen (yngri)

Petur Háberg Jacobsen

Ole Johan Guldborg Nielsen 

 

Farin frá sum stjóri er Evy Jacobina Jacobsen. Innkomin sum nýggjur stjóri er Beinta Háberg Jacobsen.

 

Roknskapurin hjá P/F Notio kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER