Novavi fær ongar pengar frá landinum

Fíggjarnevnin hjá Løgtinginum hevur strikað játtanina til danska rúsevnaviðgerðarstovnin Novavi

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevnini hjá Løgtinginum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen helt tað vera skeivt at seta eina privata danska fyritøku á fíggjarlógina.

 

Men tað helt fíggjarnevnin ikki. Formaðurin í fíggjarnevndini, Erhard Joensen segði, at tað var eftir áheitan frá nøkrum limum í Sambandsflokkinum, at játtanin upp á 2,9 milliónir krónu varð sett á fíggjarlógina.

 

Men hendan játtanin er nú strikað, nú málið umsíðir kemur til 3. viðgerð í Løgtingum á tingfundinum, sum skuldi verið byrjaður klokkan 10, men sum er útsettur og skal byrja hvørja løtu.

 

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevnini hjá Løgtinginum