Landssjúkrahúsið er nú farið undir sítt árliga sparitiltak.
Seinastu árini hevur játtanin til Landssjúkrahúsið verið so nógv skerd, at hvørja ferð tá ið tað hevur liðið út á árið, hevur tað verið neyðugt at seta sparitiltøk í verk fyri at kunna halda játtanina. Mestu sparingarnar hava verið funnar í at lata deildir aftur ávísar tíðir fyri at fáa avgreitt nógv av teirri avspáking, sum starvsfólkið hava savnað saman.
Serliga minnilig gjørdist árið 1997, tá ið ætlanin enntá var at lata pensjonatið aftur á jólum og at koyra tey, sum har búðu, út.
Men so langt kom tað tíbetur ikki.
Árið í ár verður heldur onki undantak í so máta, tí aftur nú er tað neyðugt at lata fleiri deildir aftur fyri at kunna halda játtanina.
Men sagt verður, at støðan í ár er ikki stórt øðrvísi enn árini frammanundan, so talan verður ikki um serligar sparingar hesuferð.
Spariltiltøkini eru longu byrjað, tí tann fyrsta deildin er longu partvís stongd.
Annars sær upp og afturlatingarskráin soleiðis út í ár:
B 6 (Medisinsk deild):
Hendan deildin verður dagdeild í tríggjar vikur frá 29. november til 19. desember. Tvs, at hon er stongd um kvøldið og um vikuskiftini.
Men beint aftaná tað, letur hon aftur í tríggjar vikur frá 20. desember til 10. januar.
B 7 (Medisinsk deild): Hendan deildin verður dagdeild í tvær vikur frá 15. til 28. november, tvs, at hon verður stongd um kvøldið og um vikuskiftini.
B 5, (kirurgisk deild):
Hendan deildin verður stongd í tríggjar vikur frá 20. desember til 10. januar.
Men ímeðan hon er afturlatin, verður hon umbygd, tí tað er ymiskt, sum krevur ábøtur.
A 3 (kirkurgisk deild):
Hendan deildin er vanliga ein fimm dagdeild, tvs, at hon er stongd um vikuskiftini. Men nú verður hon opin alla tíðina, ístaðin B 5.
Psykiatriska deild 3: Hendan deildin verður stongd í tríggar vikur frá 21. desember til 10. januar.