Nú kann tað enda við, at veljarar í Sumbiar Kommunu noyðast einaferð afturat til veljaraborðið at velja bygdaráð.
Orsøkin er, at bygdaráðið nú hevur fingið eina kæru um valið og tað kann enda við, at valið verður gjørt ógyldugt, og so noyðast sumbingar í valhølini einaferð afturat
Tað er eitt av valevnunum, Finnbjørn Poulsen, sum hevur kært um valið.
Finnbjørn Poulsen var valevni á lista B, sum fekk tveir av teimum fimm bygdaráðslimunum.
Fyrst valdur á tí listanum var Jacob Vestergaard, sum er bygdaráðsformaður hetta valskeiðið, hann fekk 64 atkvøður. Næst valdur á lista B varð Niclas Johannes Delmar Hentze, sum fekk 24 atkvøður. og tað blivu teir báðir, sum komu í bygdaráðið fyri hendan listan.
Triðflestar atkvøður fekk Finnbjørn Poulsen, sum nú hevur kært um valið. Hann fekk 13 atkvøður og manglaði sostatt 12 atkvøður í at verða valdur.
Helt væl til standa
Tað, sum Finnbjørn Poulsen ikki vil góðtaka, er mátin, sum valið varð avgreitt uppá.
Men málið er eitt sindur fløkt og fer helst at krevja drúgva viðgerð av teimum, sum skulu viðgerða kæruna.
Finnbjørn Poulsen hevur búð uttanlands eitt skifti. Men í fjør summar flutti hann aftur til Føroyar og settust niður í Lopra, sum er í Sumbiar Kommunu.
Har hevur hann so búð nú í hálvtannað ár í teirri trúgv, at hann búði í Sumbiar Kommunu.
Og nú kommunuval er, verður hann uppstillaður á lista B, sum yvirhøvur er mannaður við fólki úr Lopra.
Øll halda val til standa. Men tá ið valið skal byrja, verður onkur varugur við, at Finnbjørn Poulsen stendur ikki á vallistanum.
- Tá ið málið verður kannað nærri, vísir tað seg, at eg eri ikki eru skrásettur í Sumbiar Kommunu, men í Vágs Kommunu, sigur hann.
- Hetta skapti eitt sindur av rumbli á valstaðnum og tað endar við, at fólk fáa at vita, at tey kunnu ikki velja meg. Eg var ikki í kommununi og tí var eg eisini strikaður av listanum. Tey fingu at vita, at valdu tey meg, bleiv atkvøðuseðilin gjørdur ógyldugur.
Hann sigur, at hann veit um fleiri veljarar, sum tóku hetta til eftirtektar og sum tíansheldur valdi onkran annan.
-Men síðani hendir tað, at fyrispurningur verður sendur norður til Landsfólkayvirlitið. Og á Landsfólkayvirlitinum verður hann síðani skrásettur umaftur so at hann nú hoyrir heima í Sumbiar Kommunu.
-Eg ringdi til Landsfólkayvirlitið um morgunin og fekk at vita, at eg varð skrásettur í Vági.Tá ið eg ringdi aftur aftaná døgverða, fekk eg at vita, at nú var eg skrásettur í Sumba. Tvs, at hesa tíðina hevur onkur ringt norður á landsfólkayvirlitið og fingið meg sluttan suður.
-Veljarar, sum so komu á val aftaná døgverða fáa so at vita, at nú kunnu tey velja meg, sigur Finnbjørn Poulsen
Hann leggur afturat, at hann fyrst fekk at vita frá valstýrininum, at atkvøður til hansara blivu kendar ógyldugar. Síðani fekk hann at vita, at hansara egna atkvøða fór at verða kend ógyldug, tí hann stóð ikki á vallista, men at tær atkvøður, sum eg annars fekk, blivu góðkendar.
Hann heldur ikki, at hendan framferðin kann vera røtt og tí hevur hann gjørt av at kæra um mannagongdina, sum varð brúkt, tá ið valið varð avgreitt.
-Tað kann ikki bera til, at eg skal vera útihýstur frá allari fyrru helvt av valinum, sigur hann.Hann sigur, at skuldi atkvøðuseðilin blivið ógyldugur tí at fólk høvdu atkvøtt fyri honum, eigur alt valið at verða gjørt ógyldugt.
Fáa 10 dagar
Hilmar Høgenni sigur, at klagur um bygdaráðsvalið skulu verða skrivligar og skulu stílast til bygdaráðið í seinasta lagi átta dagar eftir, at valið er endaliga gjørt upp, tvs. aftaná fínteljingina. Og fínteljingin skal í seinast lagi vera dagin eftir valið.
Tá ið teir átta dagarnir eru farnir, fær bygdaráðið síðani 10 dagar at viðgerða kæruna í. Áðrenn bygdaráðið tekur avgerð, skal hon biða valstýrið um ummæli.
Avgerðin hjá bygdaráðnum kann síðani kærast til lanndsstýrið.
Hann sigur, at tað er valstýrið, sum hevur ábyrgdina av at kanna, at atkvøðuseðilin er ílagi. Hann sigur sigur eisini, at tað er ikki loyvt at broyta atkvøðuseðilin. Er feilur í honum, skal hann sostatt prentast umaftur.
Áv tí at landsstýrið er kærumyndugleiki, vil Hilmar Høgenni ikki siga, hvat hann heldur um hetta máli