Noyðast Vágarnar at víkja fyri Skálafjørðinum?

Á veg heim við nýliga uppafturtiknu ferjurutuni úr Havn inn á Skálafjørðin siti eg og skeiti niður í bløðini (fyri morgindagin, 5/11/99).

Á bls. 4 í Dimmalætting verður strandferðslustjórin endurgivin fyri at siga seg noyddan at taka Føroya løgting í álvara (!), og tí hevur hann sett Ternuna I (gomlu Ternuna) í sigling millum Skálafjørðin og Havnina fyri á tann hátt at ?byggja eina farleið upp?, sum tikið verður til.

Tá Dimma spyr, um ikki onnur skip kundu gjørt somu nyttu í hesi uppbygging, fær hon tað svar, at Pride ikki kann nýtast, tí fólk í Eysturoynni einaferð hava mótmælt hesum, og ?nýggja? Ternan hevði verið alt, alt ov dýr, tí skipið bert skal sigla við 30 fólkum fyrsta túrin, og seinnapartin við nakað færri.

Hetta er sambært strandferðslustjóranum grundin til, at vágafólk noyðast at smyrja seg við at hava Sam siglandi einsamallan um Vestmannasund.

Eg meini tað!

Nú er tað ikki so, at hesi 30 fólkini eru tey einastu, sum dagliga ferðast millum Skálafjørðin og Havnina. Uttan at eg kenni tey neyvu tølini, ivist eg tó ikki í, at talið á persónbilum liggur langt omanfyri 1000, helst liggur dagliga lastbila- og trailaratalið millum 50 og 100 (kanska meira, um lastbilarnir hjá Strandferðsluni verða roknaðir uppí!), og - ikki at gloyma - einar 10 ferðir um dagin koyra bussar hjá Bygdaleiðum aftur og fram hesa longu leið, sum ávegis gongur langt norður í Sundalagið og upp eftir fjallalíðunum, nærum 200 metrar yvir sjóvarmálanum.

Koyra hesir bussar allir skraltómir runt millum oyggjanna?

Bussruturnar verða rættiliga væl skipaðar og samskipaðar, soleiðis at tey ferðandi - hóast tey í summum førum skulu ferðast meira enn 3 tímar aftur og fram hvønn dag - kunnu sita turt og fjálgt, flestu teirra í sama bussi allan tann langa teinin. Og tað skal vera teimum væl unt. Um tey ikki vistu seg tryggan við, um nakar ella ongin bussur var í rutu í morgin, og um tey vórðu noydd til fyrst at finna sær annan fart millum bygda fyri at sleppa til bussin ella at skifta úr einum bussi í annan upp til fleiri ferðir ávegis fyri síðani at verða sett av øll á einum og sama stað í Havnini, so vóru tey neyvan nógv, sum valdu hesa farleið.

Soleiðis hevur støðan við sjóvegis farleiðini verið í áravís. Fyrst noyðast fólk at kanna, um og hvør bátur siglir tann dagin. Skálafólk skulu til dømis sjálvi finna sær fart til Strendur og aftur, um tey ætla sær við bátinum (sambandið, sum ferðaætlanin vísir á, hevur víst seg at vera meira enn svikaligt). Um fuglfirðingar ætla sær út á Toftir (eitt 22 km strekki, ið kann koyrast upp á 20-25 minuttir) fyri at fara til Havnar tann vegin, skulu tey til dømis úr Fuglafirði kl. 6:15 fyri at sleppa við bátinum av Toftum kl 7:00, og tey skulu skifta buss tvær ferðir, áðrenn tey at enda kunnu sleppa sær til gongu úr bussinum umborð á bátin. 35-40 minuttir seinni verða tey slept upp á bryggjuna onkustaðni í Havn.

Harra strandferðslustjóri. Tú skipar fyri báðum hesum farleiðum. Tú hevur buktina og báðar endarnar og hevur okkum ferðandi í tíni fullu makt. Tú kappast við teg sjálvan um tvær ymiskar farleiðir millum tvey høvuðsøki í Føroyum, har túsundtals fólk og bilar ferðast hvønn dag. Um til dømis nýggjara Ternan sigldi millum Skálafjørðin og Havnina, og um tú samstundis gjørdi tær ómak at laga rutuna sum fragast til ferðafólka-, bil- og trailaraflutning v.m. (kanska íroknað tínar egnu lastbilar) og fekk skipað bussarnar effektivt tann vegin, metir tú so í fullum álvara, at einasti dagligi førningurin hvønn vegin hevði verið 30 ferðafólk?

Her kann eg upplýsa fyri tær, at fyri 10-12 árum síðani royndist Dúgvan ofta ov lítil til hesa farleið. Sjálvt tá Smyril (ella Teistin) onkur tíðarskeið loysti Dúgvuna av, kom tað fyri, at bilar stóðu eftir á bryggjuni, tí pláss ikki var fyri teimum umborð.

Tá Ternan I slakar av fyri at leggja at bryggju á Toftum, hyggi eg út gjøgnum rútin. Ein bussur hjá Bygdaleiðum stendur við ferjuleguna. Men júst sum vit nærkast landi, fer hann á rull og setir kós inn ímóti Runavíkini.

Eg standi spyrjandi. Hvør er meiningin við øllum hesum? Um meiningin er at vísa í verki, at Føroya løgting eigur at takast í álvara, og at SL tí eru farin undir at byggja eina farleið uppaftur, má hetta kunna gerast á onkran munandi meiri sannførandi hátt.


Martin V. Heinesen, Toftir