NSÍ bjóðar av í FM stríðnum

HB vann í Gøtu, KÍ eigur framvegis fyrsta sigurin til góða við Margáir, og nú er NSÍ næstfremst og tvey stig frá oddasessinum

Tað er so stórur spenningur í Effo-deildini, sum tað sjáldan man hava verið.

Í botninum eydnaðist tað 07 Vestur at vinna 1-0 á Skála. Harvið eru tað trý stig frá 07 Vestur og fram til Skála. Tað eru bara hesi bæði, sum í løtuni eru við í kappingini um at vinna triðaftasta plássið, sum ber bjarging frá niðurflyting við sær. ÍF tapti 5-2 í Gundadali ímóti B36. Harvið er ÍF greitt aftast og við kós ímóti niðurflyting.

B36 sigurin var tann fimti á rað, og nú er árstalsfelagið bara trý stig frá bronsuplássinum.

 

Í toppinum heldur Víkingur tørn um oddasessin, men tað er meiri spennandi, enn tað var undan hesum umfarinum. Víkingur tapti 3-1 á heimavølli ímóti HB, sum harvið hevur vunnið bæði ímóti KÍ og Víkingur.

 

Við Margáir vann EB/Streymur 2-1 ímóti KÍ. Stóri maðurin í Streymnesi var Arnbjørn Hansen. Hann varð innskiftur dygst undan, at KÍ legði seg framum við máli, sum Jóannes K. Danielsen, ið fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu á KÍ liðnum, skoraði. Arnbjørn Hansen bæði javnaði til 1-1 og skoraði sigursmálið. EB/Streymur er við sigrinum mest sum leyst av stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Tað eru sjey stig frá 07 Vestur og fram til EB/Streym, sum nú er á sætta plássi - eitt stig frammanfyri Suðringar.

 

KÍ hevur framvegis ongantíð vunnið við Margáir. Miðvallarálitið Semir Hadzibulic varð vístur av vøllinum og verður ikki við ímóti Víkingi fríggjakvøldið.

 

Stóra hálið í dag gjørdi NSÍ, sum vann trivaligan 4-0 heimasigur ímóti Suðringum.

Úrslitini við Margáir, í Sarpugerði og við Løkin bera við sær, at NSÍ nú hevur av álvara meldað seg inn í FM kappingina. NSÍ trýsti við sigrinum KÍ aftur á triðja plássið, og tað eru bara tvey stig fram til Víking.

Fríggjakvøldið hittast KÍ og Víkingur í Klaksvík, og leygardagin skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti sera væl upplagda HB.

 

Víkingur-HB 1-3 (1-1)

1-0: Fróði Benjaminsen

1-1: Øssur Dalbúð

1-2: Jóhan Troest Davidsen

1-3: Aleksandar Stankov

 

NSÍ-Suðringar 4-0 (3-0)

1-0: Pól Jóhannus Justinussen

2-0: Jann Benjaminsen

3-0: Pól Jóhannus Justinussen

4-0: Petur Knudsen

 

Skála-07 Vestur 0-1 (0-1)

0-1: Ken Fagerberg

 

EB/Streymur-KÍ 2-1 (0-0)

0-1: Jóannes K. Danielsen

1-1: Arnbjørn Hansen

2-1: Arnbjørn Hansen

 

B36-ÍF 5-2 (1-0)

1-0: Róaldur Jakobsen

2-0: Meinhard E. Olsen

3-0: Høgni Eysturoy

3-1: Kristoffur Jakobsen

4-1: Patrik Johannesen

5-1: Patrik Johannesen

5-2: Niels Pauli Danielsen

 

Víkingur 35

NSÍ 33

KÍ 32

B36 29

HB 24

EB/Streymur 21

Suðringar 20

Skála 17

07 Vestur 14

ÍF 6

 

Átjanda umfar

Fríggjakvøldið

KÍ-Víkingur

Leygardagin

ÍF-Skála

07 Vestur-EB/Streymur

HB-NSÍ

Suðringar-B36