FLOGBÓLTUR: Í døgunum 10. og 11. januar verður flogbóltskapping í Klaksvík. Kappingin er fyri yngri deildir og tað er Mjølnir, sum skipar fyri.
Tilmelding til kappingina skal verða gjørd áðrenn 29. desember, og kann gerast á telefon 55738.
Seinni í januar mánaði verður eisini flogbóltskapping fyri tær eldru deildirnar.