NSÍ er í stevnuhýri

Klæmint A. Olsen tók sítt egna met, tá ið hann skoraði bæði málini í sigrinum ímóti AB

Tað er gott lag í heimaleguni við Løkin í Runavík.

Tað er rættiligt summarveður, tað er eystanstevna, og í kvøld hevur NSÍ við 2-0 sigri ímóti AB varðveitt trýstið á toppliðnum KÍ.

Sigurin í kvøld ber við sær, at tað er bara eitt stig frá NSÍ og fram til KÍ.

Klæmint A. Olsen er søguligur toppskjútti í føroyskum fótbólti, og í kvøld tók hann sítt egna met.

Tað var málleyst eftir fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki skoraði Klæmint A. Olsen tvey mál. Í báðum førum var tað úr stuttari fjarstøðu og í eyðkenda stílinum.

NSÍ var fyri tað mesta omaná, men tað var ikki frítt av spenningi, inntil tað varð 2-0.

AB er botnlið, men argjamenn vístu góðan hugburð, og í løtum hekk samanspælið hjá teimum væl saman.

Úrslitið ber við sær, at AB framvegis hevur fýra stig. NSÍ hevur 31 stig og er eitt stig aftanfyri KÍ.

Tveir teir síðstu dystirnir í hesum umfarinum verða spældir í morgin. Teir eru ÍF – HB og TB – B36.

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/?