NSÍ fekk fult

NSÍ hevur seinnapartin á Svangaskarði vunnið 2-0 ímóti B68.

Lotið var rættuliga frískt. B68 hevði lotið undan í 1. hálvleiki, men tað var Jónhard Frederiksberg, sum eftir stórt korter legði NSÍ framum eftir hornaspark.

Í 2. hálvleiki royndi B68 at koma aftur í aftur, og onkra ferðina vóru teir tætt við. Men tað eydnaðist ikki. Í staðin var tað Hjalgrím Elttør sum fram ímóti dystarenda staðfesti NSÍ sigurin.

B68-NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Jónhard Frederiksberg

0-2: Hjalgrím Elttør

Dómari: Petur Reinert

B68: Vlada Filipovic - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen ? Kristian Anton Andreasen, Jann Ingi Petersen, Landing, Ndende (Niklas Poulsen, 82.) ? Jacob Bymar (André Olsen, 46), Keita

NSÍ: Tórður Thomsen ? Aco Pandurovic, Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Einar Hansen ? Jónhard Frederiksberg, Bogi Løkin (Sjúrður Jacobsen, 70.), Nenad Stankovic, Milan Pejcic (Jann Martin Mortensen, 85.), Hjalgrím Elttør ? Dejan Stokovic (Andy Olsen, 70).

B68 hevur einki stig eftir tríggjar dystir, og NSÍ hevur sjey stig.