NSÍ-B68 3-0 (2-0)
Toftamenn vórðu sunnukvøldið sendir út um aftur Rókina tómhentir. Fyri triðju ferð eftir summarfrítíðina eydnaðist tað NSÍ at fáa øll stigini ímótti einum oddaliði. Tað var væl klára, tá tikið verður við, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni L. Petersen vóru leikbannaðir, at ein tann frægasti bóltspælarin, Sjúrður Jacobsen, var skaddur, og at visitturin hjá Abrahami Løkin á besta liðnum sigst vera liðugur.
NSÍ hevði fýra upplagdar málmøguleikar, og teir fingu trý mál. B68 mundi hava umleið sama talið av málmøguleikum, men teir fingu einki mál. At tað ikki var teirra dagur varð so dyggiliga undirstrika, tá teir í 67. minutti fingu brotsspark. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Jákupi Djurhuus, varð Marlon Jorge feldur av Jónsteini Petersen, men Súni Fríði Johannesen sendi í stólpan til vinstru fyri seg sjálvan.
Tá var støðan 3?0, dysturin var avgjørdur, og NSÍ hevði verið tætt við at økja til 4?0. Av egnari hálvu sendu teir fríspark fram í vinstru, hagani Jónstein Petersen úr sekstan metrum smekkaði flatt í nærra stólpan.
Henda møguleikan fingu teir stutt eftir, at teir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu punkterað dystin. Tað gjørdi Eddie Mikkelsen úr vinstru, eftir at uppspæl í høgru hjá Gert Langgaard var endað við tveimum fløtum sendingum tvørtur um vøllin.
Mál og møguleikar hjá NSÍ
NSÍ setti hol á eftir eitt korter. Teir vunnu fyrsta horna í dystinum í vinstru, tað endaði við nýggjum horna, sum Ian Højgaard sendi beinleiðis í handara stólpan. Bólturin stakk út í vøllin, og meðan nógvir toftamenn hugdu at, tveitti Djóni N. Joensen seg fram og stútaði upp í nettakið.
1?0 gjørdist til 2?0, tá NSÍ í 26. minutti aftur var í nánd av B68 málinum. Jónstein Petersen sendi miðskeiðis av B68 hálvuni í høgru frísparksinnlegg innfyri málið. Bólturin sigldi yvir vinum og fíggindum og til handara stólpan, har Dánial Hansen var blankur og stútaði í kassan.
Møguleikar hjá B68
Toftamenn mundu kenna tað soleiðis, at hetta var ikki teirra dagur. Teir høvdu verið um reppið at fáa um endan aftur, tá støðan var 1?0, men teir megnaðu ongantíð at fáa úrtøku burturúr møguleikunum.
Fyrsta møguleikan fekk Fróði Benjaminsen, tá eitt korter var farið. Hann sneiddi í høgru fleiri av, men tá hann var komin í brotsteigin og skuldi leggja bóltin til vinstra bein, varð hann taklaður.
Í næsta álopinum, eftir at NSÍ hevði sett hol á, endaði B68 uppspæl í høgru við, at Fróði Benjaminsen stakk Marcello leysan í vinstru. Í brotsteiginum sneiddi hann út frá, men úr góðari støðu fór skotið við síðuna av handara stólpanum aftanfyri Rúna Joensen.
Sjey minuttir undan steðginum spældi Fróði Benjaminsen Súna Fríða Johannesen leysan í brotsteiginum. Royndin hjá honum tók stólparótina.
Uppskriftin
Tað var størri tyngd í spælinum hjá NSÍ, enn tað var í hjá B68. Teir á heimaliðnum vunnu flestu nærdystirnar, og í høvuðspælinum vóru teir suverenir. Teir spældu við trimum í miðverjuni, og hesir vóru botnurin í avrikinum.
Umframt at gera fyrsta málið, so var Djóni N. Joensen eyðsýndur sum góður stýrimaður í verjuni. Hann og Arnfinn Langgaard vunnu allar luftbóltarnar ímóti lítið sjónligu Marcello Marcellino og Súna Fríða Johannesen, og Kári Hansen stóð seg eisini væl sum eftiransari.
Á miðvøllinum var Elian Hansen við fyri fyrstu ferð í langa tíð. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at fylgja Øssuri Hansen alla staðni. Øssur var saman við Jan Dam og Arnbirni Danielsen mest eyðsýndi B68 maðurin, men tætta eftiransingin gjørdi, at hann ongantíð megnaði tað yvirskotið, sum í fleiri øðrum dystum í ár hevur gjørt, at B68 hevur fingið mál og vunnið sigrar.
Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen og Gert Langgaard fingu tyngd og breidd í NSÍ spælið, og í álopinum arbeiddu Jónstein Petersen og Dánial Hansen nógv.
NSÍ, NSÍ fagnaðu heimaáskoðararnir, sum hava frøtt seg um fleiri sigrar á teimum fremstu, men sum samstundis mugu staðfesta, at tað neyvan verður meiri enn næstan heiðursmerkir í ár. Toftamenn fóru nakkalangir út um Løkin, men teir kunnu framvegis avgera, um teir skulu vinna gull ella ikki.
jh
NSÍ-B68 3-0 (2-0)
1-0: Djóni N. Joensen 15
2-0: Dánial Hansen 26
3-0: Eddie Mikkelsen 52
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard ? Gert Langgaard, Elian Hansen, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Dánial Hansen, Jónstein Petersen
B68:
Magnus Poulsen ? Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen ? Marlon Jorge, Jan Petersen, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Jákup Djurhuus ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino