Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum í Runavík, har NSÍ er vertur og B36 gestur.
Støðan er 3-0 til NSÍ, sum hevur tikið av, tá ið B36 hevur verið heilt óvanliga lítið sannførandi í verjupartinum.
Petur Knudsen setti hol á ellivu minuttir undan steðginum. Tað var við frísparki úr 18 metrum og mitt fyri. Við fínum bóltførleika lyfti Petur bóltin uppum manngarðin og dygst inn undir samankomingina.
At NSÍ vann hetta frísparkið komst av lítið sannførandi avrikið hjá B36 aftarlaga á vøllinum, og tá ið heimaliðið lítla løtu seinni økti til 2-0, sá tað aftur kiksað út. Salmundur Bech smekkaði bóltin úr vinstru og flatt inn undir málið, har Eli Falkvard Nielsen var óheppin, tá ið hann í staðin fyri at skjóta til horna, sum hann ætlaði, smekkaði bóltin í sítt egna mál.
Og fimm minuttir undan steðginum var aftur heilt galið í B36 verjuni, sum tøvdi og ikki sparkaði burtur. Petur Knudsen varð rendur um koll, og Klæmint A. Olsen umsetti brotssparkið til 3-0 leiðslu.
NSÍ – B36 (3-0) kl. 20.00
1-0: Petur Knudsen
2-0: sjálvmál
3-0: Klæmint A. Olsen br
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Tórður Thomsen – Jann J. Benjaminsen, Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Jesper Flinck Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Benjamin Heinesen, 42.), Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattstad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen,Stefan Radlsavljevic – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Michal Przybylski