Fótbóltur
B71 tók NSÍ á bóli, tá liðini hittust í Runavík sunnudagin. B71 skoraði tvey mál tíðliga í dystinum, og so høvdu runavíkingar stórt stríð fyri framman.
Eli Hentze gjørdi ein rættiligan vørr, tí hann stóð fyri báðum málunum, sum B71 fekk.
Longu tá slakir 15 minuttir vóru spældir, lá Eli fram við fyrru ferðina. B71 kom ímillum uppspælið hjá NSÍ, og Kári Reynheim fekk fatur á bóltinum. Hann legði eina sending fram um NSÍ-verjuna, og har var Eli fyrstur á bóltinum og stútaði upp um málverjan, sum var komin út ímóti.
Tey, sum hildu at nú fór NSÍ at svara aftur, fóru skeiv, tí tað var B71, sum økti, áðrenn NSÍ rættiliga fekk fótin fyri seg.
Aftur var tað Eli Hentze, sum syrgdi fyri málinum. Hesaferð kom Eli ímillum ein sending frá NSÍ-verjumanni til málverjan, og so var tað barnamatur hjá roynda álopsmanninum at skora. NSÍ-verjan var ótrygg fyrsta partin av dystinum, og tað gjørdi B71 sær dælt av.
Tøtt mál
B71 hevur fleiri ferðir roynt at verið á odda við tveimum málum, uttan at teir fingu nakað burtur úr. Í fjør kom hetta fyri einar fýra ferðir, so tað var kanska ikki óvæntað, at leiðslan skuldi rúka.
Í seinastu minuttunum fyri hálvleikssteðgin fekk NSÍ tvey tøtt mál. Fyrsta var tað Dánial Hansen, sum hesaferð spældi í miðverjuni, tí Djóni Joensen var ikki við, sum skoraði. Hann fekk fatur á einum bólti á B71-hálvuni, snýtti aftasta mann hjá B71 og so høgdi hann til úr einum 20 metrum. Bólturin streyk beint í málið, og so var NSÍ inni í dystinum aftur.
Løtu seinni javnaði NSÍ, og hesaferð var tað Gert Langgaard, sum stóð fyri málinum.
Jens Martin bjargaði
Í seinna hálvleiki royndi heimaliðið at fáa triðja málið, sum kundi geva teimum sigurin.
Hetta eydnaðist eisini, tá ein slakur tími var spældur av dystinum. Sigursmálið gjørdi kviki álopsmaðurin, Sonni L. Petersen, og tað kom eftir gott uppspæl og innlegg til handaru stong, har Sonni stútaði bóltin í málið.
Eftir málið tók B71 alsamt meira yvir, og teir fóru at trýsta NSÍ-liðið, sum gjørdi onkrar verjusinnaðar skiftingar, so sigurin skuldi bera heim.
Men tað var landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen, sum mátti gera nýtslu av sínum evnum, fyri at NSÍ skuldi fáa øll trý stigini burtur úr hólmgonguni við botnliðið.
Tvær ferðir bjargaði hann frágera væl, og serligu í einu støðuni var talan um framúr bjarging. Miðvallarin Jón Brekku smekkaði til, bólturin rakti ein NSÍ-spælara, og broytti kós. Bólturin hevði kós móti málhorninum, men onkursvegna fekk Jens Martin vart fyri.
Jónsvein Thomsen hevði eisini tvær góðar royndir, men einki mál spurdist burtur úr.
B71 vóru vónbrotnir um, at teir enn einaferð høvdu mist eina góða leiðslu, men tað var lítil uggi hjá teimum, at vágamenn vóru fyri tapi á heimavølli. Nú er ein dystur efir at spæla, og B71 er eitt stig frammanfyri FS Vágar, sum er aftast í deildini.
Dysturin í tølum
NSÍ-B71 2-3 (2-2)
0-1: Eli Hentze
0-2: Eli Hentze
1-2: Dánial Hansen
2-2: Gert Langgaard
3-2: Sonni L. Petersen
Dómari: Birgir Sondum
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Brynjálvur Nielsen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Ken Nónklett, Sonni L. Petersen
B71: Valdemar Nowisci ? Hans Jørgen Djurhuus, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Sverri Kjærbo ? Jón Brekku, Svenning Hansen, Eli Hentze ? Kári Reynheim, Kári Nielsen