LØGMANSSTEYPIÐ
Fuglfirðingar fóru væl nøgdir inn um aftur Gøtueið sunnudagin. Tað var ikki so undarligt. Teir høvdu megnað málleysan javnleik í fyrru hálvfinaluni. Nú skal avgerast fyrsta vikuskiftið í juli ? tað ger tað ikki verri fyri teir, at tað veður á Varmakeldustevnuni - um teir skulu í fyrstu steypafinaluna síðani 1987, ella um NSÍ skal royna seg enn eina ferð. NSÍ var í finaluni fyri tveimum árum síðani, tá ið teir vunnu á HB.
ÍF megnaði ikki at fáa týdningarmikla útivallarmálið. Nú skulu teir ansa eftir, at NSÍ ikki fær mál í Fuglafirði. Um teir fara at fáa mál, so skal ÍF í hvussu so er skora tvær ferðir. Í landskappingardystinum í Fuglafirði 2. mai í 2. umfari vann ÍF 4-2 á NSÍ í Fuglafirði.
Fuglfirðingar vóru rættuliga skerdir, tá ið teir vitjaðu í Runavík. Bartal Eliasen var leikbannaður, tí hann í steypakappingini hevði fingið trý gul kort, og Hanus Eliasen er so mikið skaddur, at hann verður ikki tøkur aftur fyrrenn um einar tvær vikur.
Sum steinur omaná byrðu kendist tað, tá ið høvuðsálitið í ÍF álopinum, Magni á Lakjuni, noyddist at taka seg burturúr longu í 1. hálvleiki, tí hann var skaddur.
Tað var tætt og spennandi alla tíðina, og tað var serliga í 1. hálvleiki, at málmøguleikarnir vóru.
Finna ikki meskarnar
NSÍ kendi ikki sína vitjnartíð á heimavøllinum. Teir løgdu bragdliga fyri, og fyrra partin av fyrra umfarinum megnaðu teir fleiri ferðir at spæla seg út um og aftur um ÍF verjuna. Innleggini vóru ikki so galin, men NSÍ fekk ikki mál. Teir tykjast ikki hava mannin, sum hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni og sum samstundis hevur neyvleikan og er nóg kaldur, tá ið tað ræður mest um.
Jónstein Petersen, sum hesa ferð mannaði álopið saman við Andy Olsen og Helga L. Petersen, ið ikki er so málsøkin, sum hann hevur verið undanfarnu árini, hevði tvær góðar royndir, men Kartin Joensen tók sær væl av ti, sum kom innanfyri málkarmin. Mest spennandi støðan stóðst av, tá ið Kartin Joensen í ÍF málinum royndi at sparka burtur, og bólturin rakti í Helga L. Petersen og rullaði av vøllinum dygst skeivu megin stólpan ? sæð við NSÍ eygum.
Ian Højgaard, sum var sentralur á miðvøllinum, skipaði NSÍ spælið saman við Alexandar Jovevic, ið tykist gerast alt betri fyri, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Teir báðir og eisini Sjúrður Jacobsen royndu við skotum úti frá, men tað segði tað sama hjá NSÍ, sum sýndi góðan hugburð og stíðsvilja í nærdystunum.
Siðsta korterið varð Óli Hansen, sum áður hevur verið álopsspælari, men sum í fjør varð umskúlaður til miðverja, settur fram í álopið. Tað tóktist bera størri tyngd við sær, men NSÍ megnaði ikki at fáa mál.
ÍF fótaði sær miðskeiðis í fyrra umfarinum, og eisini í 2. hálvleiki vóru teir væl við eina góða løtu, eftir at NSÍ so at siga hevði runnið hornini av sær. Høgni Zachariasen, sum er komin fyri seg aftur eftir drúgt tíðarskeið við skaða, hevði næstu ÍF royndina. Eftir uppspæl og út frá smekkaði hann til, og bólturin tók í tvørtræið aftanfyri Jens Martin Knudsen, áðrenn hann av vøllinum og út til málspark. Bárður á Lakjuni hevði møguleika at seta krúllin undir bóltin, men í góðari støðu í brotsteiginum valdi hann heldur at royna at temja, og so spurdist einki burturúr.
Høgni á Lakjuni varð settur á vøllin fyri systkinabarnið, Magna á Lakjuni. Hann stríddist saman við bróðrinum Bárði á Lakjuni, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
Ivaleyst verða fyritreytirnar hjá ÍF betri, tá ið teir skulu royna seg í seinnu hálvfinaluni. Um Magni, Bartal og Hanus tá fara at vera topptrimmaðir, og kann tað væl fara at vera, at NSÍ fer at fáa nóg mikið at hugsa um. Undir øllum umstøðum er lagt upp til sera spennani oyggjauppgerð, har tað skal finnast fram til, um tað nú skal vera ÍF ella NSÍ, sum skal spæla steypafinalu á Ólavsøku.