Sambært reglarnar verður ein fótbóltsdystur spældur tvær ferðir trý korter. Hetta er minsta markið. Tað er upp til dómaran at gera av, hvussu nógv hann ger av at leggja afturat vanligu leiktíðini.
Felags fyri bæði vanligu leiktíðina og ta tíðina, sum dómarin leggur afturat, er, at málini, sum verað skorað, telja eins nógv.
At tað er týdningarmikið at stríðast bæði í vanligu leiktíðini og í tí tíðini, sum dómarin leggur afturat, er ein veruleiki. sum fótbóltsspælararnir hjá NSÍ tykjast hava ilt við at síggja í eyguni.
Hetta var sjón fyri søgn sunnudagin.
Tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru farnir, var framvegis einki mál komið. Dómarin legði tveir minuttir afturat, og í eykatíðini skoraði B36 tvær ferðir.
Tá 2. hálvleikur var 45 minuttir gamal, var støðan 2?2. Dómarin legði fýra minuttir afturat, og í yvirtíðini skoraði B36 eitt mál. Harvið vóru øll trý stigini í B36 viðførinum.
Gylta løtan
At teir í NSÍ iðraðu seg bæði bláar og gular um, at teir einki fingu burturúr, var einki at siga til.
NSÍ megnaði í 2. hálvleiki at taka tað aftur, sum teir høvdu klossað burtur í yvirtíðini í fyrra umfarinum. Eddie Mikkelsen, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, skoraði bæði málini. Hitt fyrra eftir langan diagonalbólt úr høgru. Møguleikin tóktist burtur, men Dánial P. Johansen, sum hesar síðstu ferðirnar hevur havt møguleikan í høgra verjuborði, var óskettin og gav bóltin burtur til miðvallaran. Eddie takkaði fyri og sendi flatt framvið málverjanum.
Útjavnandi málið átti Gert Langgaard, sum er NSÍ maðurin við nógv størstu álopsligu tyngdini, uppspælið til. Hann sneiddi seg til baklinjuna í høgru, legði út frá handara stólpa, har Eddie Mikkelsen smekkaði upp undir nærru samankomingina.
So var 2?2, og kropsburðurin og áræðið hjá heimamonnunum bendu á, at tað snúði seg um, um NSÍ fór at fáa eitt ella trý stig.
At tað ikki gekk, sum tað kanska kundi roknast við, boðar frá, at NSÍ arnir eru ov tunnir. Bæði í verjupartinum, har teir ov ofta lata mótstøðumenninar vera ov leysar, og í álopspartinum, har teir alt ov ofta missa bóltin í uppspælinum.
Hvørki liðið megnaði serliga skipað spæl, men onkra ferðina hekk tað eina løtu saman hjá NSÍ á jørðini, og tá var tað, at teir myndaðu síni bestu álop. Men alt ov ofta var talan um langar sendingar, og ofta høvdu longu sendingarnar skeiva adressu ella onga adressu.
B36 úrtøkan
B36 spælararnir og viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá tey fóru til hálvleiks, og tey vóru ovurfegin, tá tey fóru úr Runavík. Bæði í 1. og í 2. hálvleiki stóð nógv á, men kortini riðu gestirnir stormin av.
Sigursmálið átti NSÍ málverjin sín part í. Hann fór út eftir høgum innleggi úr høgru, men bólturin fór eitt sindur í hitt borði. Máverjin tóktist ætla at verja uttanfyri málteigin, og so var tað, at Magni á Lakjuni lyfti aftur um seg sjálvan og upp um málverjan. Bjarni Prior, sum hevði haltað illa alla tíðina, rann so frægt, at hann kundi stýra bóltinum síðsta teinin um strikuna, og so var fagnaðurin stórur.
B36 fagnaðurin var serliga stórur, tá teir settu hol á. Miðvallarin Jan Guttesen, sum man vera ein tann týdningarmiklasti maðurin á B36 liðnum, er ikki altíð so eyðsýndur, tá hann arbeiðir og stríðist. Bara eina ferð áður hevði hann skorað. Men tað sást ikki, tá hann tilspældi sær sjálvum møguleikan at gera fyrsta málið. Jónstein Petersen misti í uppspælinum hjá NSÍ til Håkan Lundholm, hesin stakk inn um í høgru, Jan Guttesen rann frá tveimum, fór framvið málverjanum og rullaði bóltin um strikuna.
NSÍ menninir vóru so skelkaðir, at teimum ikki eydnaðist at halda tætt til steðgin, at teir ikki tóktust geva sær far um, at B36 skoraði eitt mál afturat. Magni á Lakjuni legði úr vinstru flatt innum verjuna, og Håkan Lundholm, sum var í álopinum saman við Bjarna Prior, var púra leysur, tá hann sendi framvið málverjanum og í handara síðunetið.
Órudduligt
Onkuntíð hevur fótbóltsspælið verið betri, enn tað var í Runavík hesa ferð. Hvørgin miðvøllurin megnaði at fáa tað at hanga saman serliga leingi. Bólttapini vóru nógv báðar vegir, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir.
B36 saknaði fleiri at føstu monnunum. Bjarni Prior var týðuliga skaddur. Mikkjal Thomassen fór út, tí hann var skaddur, men so leingi hann var í miðverjuni var hann saman við Egili Zachariasen, sum hesa ferð var liðformaður, og Karl Leonsson, sum ikki hevur verið á besta liðnum í fleiri ár, partur av stinnastu B36 ketuni.
Eitt sindur undarligt kendist tað, at Jens Kristian Hansen sat á beinkinum mest sum alla tíðina. Eftir 1. hálvleik var eyðsýnt, at álopsparturin var ov tunnur. Tað hevði verið upplagt at tikið skadda Prior út, at sett Jákup á Borg, sum stíddist á miðvøllinum fram í álopið, og at sett Jens Kristian Hansen inn á miðvøllin.
Men B36 venjaran valdi at loysa trupulleikarnar øðrvísi, enn á mest upplagda møguleikan. Liðið hjá honum vann, og so er torført at seta niður á venjaran.
NSÍ tapti, tí heimamenninir gloymdu at spæla alla tíðina. Avleiðingarnar av tí vóru so dyggar, at læran kann roknast við at sita í, tá teir komandi leygardag skulu spæla botndyst í Sumba.
NSÍ-B36 2-3 (0-2)
0-1: Jan Guttesen 45.
0-2: Jan Guttesen 45.
1-2: Eddie Mikkelsen 49.
2-2: Eddie Mikkelsen 65.
2-3: Bjarni Prior 90.
NSÍ:
Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Dánial P. Johansen, Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Carl Leonsson, Magni á Lakjuni ? Jan Guttesen, Rógvi Róin, Jákup á Borg ? Bjarni Prior, Håkan Lundholm