NSÍ sigraði í grannauppgerðini

Vodafonedeildin: Í triðja umfari tapti B68 grannauppgerðina í Runavík, og harvið eru toftamenn framvegis stigaleysir. NSÍ hevur í kvøld við 1-0 sigri á heimavølli í grannauppgerðini ímóti B68 tryggjað sær trý stig.

Einasta málið skoraði NSÍ liðformaðurin, Christian Høgni Jacobsen, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin.

Talan var um tætta og intensa uppgerð. Báðir partar løgdu nógv fyri, men tað eydnaðist ógvuliga sjáldan liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er komið upp á seks stig, meðan B68 framvegis er stigaleyst.

 

NSÍ-B68 1-0 (0-0)

Dómari: Ransin N. Djurhuus

1-0: Christian Høgni Jacobsen 70.

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Debes Danielsen (Jann Martin Mortensen, 81.), Razak, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen (Árni Frederiksberg, 56.)

Gult kort: Jens Joensen

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Niclas Joensen, Ndende, Dánjal Pauli Højgaard - Jónleif Højgaard (Dion Splidt, 64.), Remi Langgaard, André Olsen, Óli Olsen - Keita (Ibrahima Camara, 78.), Stig-Roar Søbstad (Oddur Højgaard, 78.)

Gult kort: Niclas Joensen

--------

 

80 min.

1-0

Veðrið er vorðið bæði ljósari og stillari. Hjá B68 sær tað framvegis myrkt út, tí tað er heimaliðið, sum er á odda 1-0.

Bill Jacobsen, B68 venjarin, hevur framt tvær útskiftingar aftrat: Keita og Stig-Roar Søbstad eru farnir av vøllinum, og í teirra stað eru komnir Oddur Højgaard og Camara.

B68 liðið er flutt longri fram á vøllin, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum.

Hjá NSÍ er Jann Martin Mortensen komin á vøllin í staðin fyri Debes Danielsen.

 

-----

 

 

70 min.

1-0

So hevur tað eydnast NSÍ at fáa hol á. Liðformaðurin, Christian Høgni Jacobsen, fekk í høgru í brotsteiginum tak á eftir framlegging, hann snaraði eitt sindur inn ímóti og sendi so bóltin í handara síðunetið.

 

-----

 

60 min.

0-0

Lotið er minkað eitt sindur, og tað tykist sum um, at tað er heimaliðið, ið hevur hug at trýsta.

Helgi L. Petersen hjá NSÍ er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Árni Frederiksberg.

Hjá B68 hevur Dion Splidt avloyst Jónleif Højgaard.

 

-----

 

 

50 min.

0-0

Hóast teir hava lotið ímóti, so hava toftamenn lagt rættuliga bragdliga fyri eftir steðgin.

NSÍ roynir at gagnnýta undanvindin, og báðir partar vísa stóran vilja og intensitet. Men framvegis resta málini!

 

-------

 

 

45 min.

0-0

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis málleysur javnleikur.

B68 hevur havt nógvar royndir úti frá ímóti NSÍ málinum, men uttan úrslit.

Sum hálvleikurin leið, mentist NSÍ, og seinna partin av 1. hálvleiki var meiri spæl á B68 hálvuni.

Í 2. hálvleiki verða fyritreytirnar púra øðrvísi, tí tá fer NSÍ at hava sera fríska lotið undan.

 

---

 

10 min.

0-0

 

Toftamenn hava sera fríska lotið undan, og tí gongur tað mesta fyri seg á NSÍ hálvuni, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. B68 spælararnir hava roynt seg við skotum úr stórari fjarstøðu, men higartil hevur Andras Gango ikki havt so nógv at gera.

 

----

 

Tað er grannauppgerð við Løkin í Runavík, har B68 vitjar NSÍ. Fyrsta bríkslið er klokkan 18.

Tað er turt í Runavík og eitt lot inn eftir vøllinum.

Merkisvert er tað, at Helgi L. Petersen er aftur á NSÍ liðnum, eftir at hann hevur verið burtur frá í fleiri ár. Hann avloysir Klæmint A. Olsen, sum er leikbannaður.

 

NSÍ-B68 1-0 (0-0)

Dómari: Ransin N. Djurhuus

1-0: Christian Høgni Jacobsen 68.

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Debes Danielsen (Jann Martin Mortensen), Razak, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen (Árni Frederiksberg)

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Niclas Joensen, Ndende, Dánjal Pauli Højgaard - Jónleif Højgaard (Dion Splidt), Remi Langgaard, André Olsen, Óli Olsen - Keita (Camara), Stig-Roar Søbstad (Oddur Højgaard)