NSÍ skumpaði undir stevnuhýrin

Tvørámenn megnaðu ikki at gera mál, tá ið teir í 1. hálvleiki høvdu risa stóran møguleika, og teir megnaðu ikki at svara aftur, tá ið NSÍ kring steðgin skoraði tvær ferðir

NSÍ-TB

Tvørámenn møttu leygarkvøldið á stevnuni í Runavík við somu verjuuppstilling, sum teir høvdu, tá ið TB í triðja umfarinum megnaði 1-1 á vøllinum við Løkin. Ta ferðina var tað ikki fyrrenn við síðsta sparkinum, at NSÍ skoraði og harvið javnaði leiðsluna, sum gestirnir av Tvøroyri høvdu havt stóran part av tíðini.
Hesa ferð vildi NSÍ venjarin ikki hava gongdina endurtikna frá fyrru uppgerðini. Tí hevði hann rokerað ikki so lítið. Miðvallarkrumptappurin Jústinus R. Hansen var leikbannaður. Christian Høgni Jacobsen var undir liðini á Helga L. Petersen í sentralu ódnunum, og Óli Hansen, sum seinastu árini hevur verið miðverji, var hesa ferð á toppinum saman við Ike, meðan Dánial Hansen var miðverji saman við Viggo Johannesen.
NSÍ tóktist vilja hava málið beinanvegin, sum ætlaðist at bera við sær, at fyritreytirnar hjá tvørámonnum hvurvu. Men tað gekk striltið við tí, og í 1. hálvleiki vóru NSÍ álopini, sum bóru spentar støður og royndir ímóti málinum við sær, rættuliga fáar. TB verjan var ógvuliga stinn, og tá ið tað endiliga eydnaðist heimamonnunum at stríða seg ígjøgnum í borðunum, so vóru innleggini ikki nóg neyv, ella koma tey ov seint í brotsteigin, og so vóru tað stinni TB málverjin og svart/hvítu høvdingarnir í luftspælinum, sum vóru omaná.
TB venjarin uppmuntraði sínar menn stútt og støðugt at spæla og ikki at sparka, tá ið teir fingu fatur á bóltinum. Ikki allir TB spælararnir tordu eins væl at halda upp á bóltin og at bjóða seg til, men teir royndu, og einstakar ferðir settu teir NSÍ málið undir trýst. Í sambandi við deyðbóltsstøður sendu teir fleiri av stóru monnunum fram í NSÍ brotsteigin. Tað tóktist sum um, at teir satsaðu nógv upp á hesar støðurnar, og tí kendist tað undarligt, at innleggini frá hornaspørkum og fríspørkum ikki altíð vóru so neyv.
TB hevði risa møguleika at fáa mál og harvið at fáa tær fyritreytirnar, sum kundu havt borið stig við sær. Eftir horna úr vinstru og dygst framvið stútara frá Óla Johannesen við handara stólpan, vunnu tvørámenn bóltin á miðjuni. Álopið endaði við innleggi úr høgru og trimum royndum ímóti NSÍ málinum úr góðari støðu. Men tað spurdist ikki mál burturúr, og tað varð lagnuløtan hjá TB.

Málini
Í lítlu løtuni kring steðgin fekk NSÍ tvey mál. Tað var avgerandi fyri, at øll stigini vóru eftir í Runavík. Eftir málið tíðliga í 2. hálvleiki loysnaði tað hjá heimaliðnum, og teir kundu havt fingið uppaftur fleiri mál. Tað gjørdu teir ikki, men tá ið fyrra uppgerðin á heimavølli ímóti TB verður havd í huga, so sigur tað seg sjálvt, at teir í NSÍ vóru stak væl nøgdir at hava vunnið við tveimum málum.
Fyrra málið varð Jónstein Petersen skrásettur fyri. Mitt á TB hálvuni skundaði NSÍ sær við frísparki. Bólturin endaði í vinstru hjá Einari Hansen, sum sendi innfyri, og tað kann gott vera, at ein av verjumonnunum hjálpti væl til at fáa bóltin í málið.
Stutt eftir steðgin staðfesti Helgi L. Petersen heimasigurin. Eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum smekkaði miðvallarin bóltin inn um stinna Predrag Markovic. Heimaáskoðararnir fegnaðust, og tað gav eyka skump undir stevnuhýrin, at NSÍ eftir dystarlok fekk handað ognarsteyp.