NSÍ 3 bóltar
B68 2 bóltar
Føroyameistararnir NSÍ høvdu hóskvøldið vitjan av grannunum av Toftum í seinasta dystinum í 11. Umfari av Formuladeildini.
Dysturin gjørdist ikki so intensur og tættur, sum grannadystirnir millum liðini ofta eru, og tað vóru gulu favorittarnir, sum vóru omaná so at siga alla tíðina.
NSÍ spælið var hampuligt, spælararnir fluttu bóltin millum sín, men stundum manglaði broddur í álopsspælinum, og tað vóru ofta góðar løtur millum málmøguleikarnar.
B68-liðið formáddi sær ov lítið fram eftir vøllinum. Kviku álopsspælararnir Jacob Bymar og Ameth Keita lógu og lúrdu eftir møguleikum, men verjan hjá Óla Hansen var trygg mesta av tíðini.
Mál og reytt kort
NSÍ skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Øssur Dalbúð hevði aftur hesaferð fingið kjansin í álopinum, og tað kvitteraði hann fyri við einum máli. Bogi Løkin vann bóltin frá B68-liðnum, Hjalgrím Elttør varð sendur avstað, og tá han sendi inn fyri málið, fekk Øssur avgerandi fótin á, hóast hann var hart trýstur.
Í seinna hálveiki var tað liðformaðurin Óli Hansen, sum skoraði, og málið kom eftir mest dramatisku hendingina í dystinum. B68-málmaðurin og NSÍ-framherjin Andy Olsen brustu saman, og dómarin kendi seg sannførdan um, at B68-málmaðurin hevði forbrotið seg. Hann gav Vlada Filipovic reyða kortið og dømdi brotsspark. Útispælarin Badara fór í málið, men hann megnaði ikki at steðga skotinum hjá Óla.
Seinni hálvleikur myndaði seg í stóran mun soleiðis, at NSÍ hevði tak á støðuni, B68 hevði onkrar royndir, men tað vóru ov tannleysar og góvu einki mál.
NSÍ togaði seg við hesum sigrinum nærri HB og B36, men tað er framvegis langur teinur fram til EB/Streym á fremsta plássinum.
Fakta
NSÍ-B68 2-0 (1-0)
1-0: Øssur Dalbúð, 35.
2-0: Óli Hansen, 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Tórður Thomsen - Aco Pandurovic, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin (Andy Olsen, 71.), Nenad Stankovic, Sjúrður Jacobsen, Milan Pejcic (Filip Jacobsen 85. min), Hjalgrím Eltør - Øssur Dalbúð (Jónhard Fredriksberg, 45.)
B68: Vlada Filipovic - Øssur Hansen (Badara Diedhiou 49.), Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Niklas Joensen - Kristian Anthon Andreasen, Jann Ingi Petersen, Ndende Adama Gueye (Jonleif Højgaard 85.), Jóan Símun Edmundsson (André Olsen 54.) - Ameth Keita, Jacob Bymar.
Gult kort: Jann Ingi Petersen, Badara
Reytt kort: Vlada Filipovic