NSÍ stríddi seg til stig og tveitti so alt frá sær

Fótbóltur: Oddaliðið var ikki sannførandi, men NSÍ evnaði ikki at taka av, tá stig stóðu teimum í boði

Tá tú ert á oddaliðnum, so er viljin hjá øllum mótstøðumonnunum serliga stórur at vinna á tær. Og tá tú spælir á oddaliðnum, so hevur tú oftast hepnið við tær.

Vit hoyra ofta tikið til hetta, og í báðum førum passaði hetta, tá NSÍ vitjaði HB leygardagin.

Áskoðararnir vóru langt í frá so nógvir, sum teir plaga at vera sunnudag, og tá tað verður spælt mánakvøld, men kassameistarin hjá HB leggur neyvan nógv í, at teir mistu nakrar túsund krónur, um tað í síðsta enda fer at vísa seg, at sigurin á NSÍ fer at verða avgerðandi fyri FM heitið og harvið eina millión frá UEFA.


Upp og niður

Talan var um ferðmikla uppgerð. Spenningurin var alla tíðina til staðar, men tað var bara í løtum, at spælið var, sum tað sømir seg oddaliðum, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir.

Gestirnir úr Runavík høvdu ikki so stóra virðing fyri oddaliðnum, at tað sást aftur í avrikinum fyrstu løtuna, tá teir vóru omaná. Kristian Høgni Jacobsen var einsamallur fremstur, og Gert Langgaard var beint aftanfyri hann. Við teimum báðum á odda og við fløtum bóltum um beinini á HB miðverjuni, sum trívist best, tá teir fáa bóltin í høvdið, men sum tykist ótryggari, tá spælt verður rundanum teir, megnaði NSÍ at seta dám á, og teir høvdu eisini onkrar royndir.

Eftir níggju minuttir sást fyri fyrstu ferð, at hetta fór ikki at verða dagurin hjá evnaríka, nógv uppsetta og ágrýtna Kristian Høgna Jacobsen. Hann bjóðaði HB miðverjuni av, stakk framum teir, og Hans á Lag tók beinini undan honum. Væl staddi Petur Erhard Kjærbo bríkslaði og fór í lumman. Kortið var gult, og tað kann tosast nógv og leingi um, tað var rætti liturin ella ikki.

Men Kristian Høgni Jacobsen fekk ikki langa løtu á vøllinum, eftir at hann var feldur. 20 minuttir vóru farnir, tá hann og Hans Fróði Hansen lógu eftir á, eftir stríð um luftbólt, og smeiturin, av at fáa tunga verjuspælaran omaná seg, var so mikið álvarsamur, at besti álopsmaðurin hjá NSÍ noyddist at taka seg úr stríðnum.

Hetta tók gestunum dygt, og smeiturin gjørdist ikki minni av, at venjarin ? mest líkt í flogbóltsdysti ? valdi at gera fleiri rokeringar.


Mál og møguleikar

HB kom smátt um smátt fyri seg, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið, lá tað longu í luftini, at teir fóru at fáa mál. NSÍ lat seg kroysta langt aftur á egna hálvu, og nógvir av spælarunum gjørdist ósjónligir, trilvandi og máttleysir. Í veruleikanum vóru tað bara Dánial Hansen og Sjúrður Jacobsen í verjuni, Kári Hansen og Eyðstein Skipanes á miðvøllinum, og so Gert Langgaard, sum var fluttur fram í spíssin, ið kundu vera nøgdir við teirra avrik seinnapartin av fyrra umfarinum, tá hinir ikki vildu vita av bóltinum og sparkaðu hann burtur, tá teir fingu hann.

Hóast miðvøllurin hjá HB tóktist tunnur, og saknurin í Rúna Nolsøe var stórur, so yvirtóku teir, og tað vóru fleiri ábendingar um, at leiðslumálið fór at koma. Súni Fríði Johannesen streyk úr høgru og innfyri málið, men royndin fór við síðuna av, Rói Árting var tætt við, eftir at Magni á Lakjuni hevði lagt innfyri úr vinstru, og Magni á Lakjuni var sjálvur tætt við, tá hann yvirplaseraði eitt vet úr 19 metrum.

HB fekk hol á, tá 32 minuttir vóru farnir. Dejan spældi Petur Hammer á høgra vongverja hjá NSÍ, og meðan miðverja og alt liðið var á veg fram, fór sendingin hjá honum í beinini á Magna á Lakjuni, sum úr 25 metrum stakk mitt fyri til Súna Fríða Johannesen. Hann sneiddi miðverjan og málverjan av, og so var 1-0, og tað lá í luftini, at HB fór at vinna sannførandi, tí nú bar teimum til at dúva uppá kontramøguleikar.


Viðvent í holuni

Men tað gekk tvørtur ímóti. Seinna umfarið reisti NSÍ seg aftur, og tað fór at líkjast einum liðavriki. Samanspælið batnaði, og møguleikarnir fyri samanspæli gjørdust ikki verri av at eftiransingarnar hjá HB ikki vóru sannførandi ? hvørki í verjuni ella á miðvøllinum. Kári Hansen, sum stríddist og spældi væl á miðvøllinum, har hann fekk ríkiligt av plássi, hevði tvær næskar royndir, sum ávikavíst vórðu hálvbjargaðar av Kaj Leo Johannesen og í evstu løtu beindar til horna.

Og trettan minuttir undan leikloki javnaði Kári Hansen, tá hann var púra leysur mitt fyri. Gert Langgaard átti annars alt málið, sum tað var. Stutt frammanfyri miðstrikuna fekk hann sending fram við linjuni frá Kára Sigvardsen (byrjaði á vongverjanum í høgru, men varð fluttur á miðvøllin, tá Kristian Høgni fór út), sneiddi Hans á Lag av sær, setti kós móti brotsteiginum, krúllaði framvið fyrrverandi liðfelaganum í LÍF, Hans Fróða Hansen, og hevði orku og yvirblikk at leggja skrátt aftureftir til Kára Hansen. Eitt sera væl spælt mál.

Um Petur Mohr iðrar seg gulan og grønan um, at hansara menn beinanvegin mistu javnleikin, so er tað væl skiljandi.

Í staðin fyri at binda um, halda tørn og taka bestikk av støðuni, áðrenn teir fóru at hugsa um møguleikan at vinna, so seldu tríggir bóltfokuseraðir NSÍ spælarar seg, tá teir í ovurhuga lupu í bólthaldaran í høgru verjusíðu. Andrew av Fløtum gjørdist púra leysur, og inni undir málinum var Súni Fríði Johannesen blankur og kundi prika upp í nettakið, áðrenn verjan fekk tikið seg saman at takla. Væl spælt av HB, men óvanliga jánkaligt verjuspæl hjá NSÍ, sum ikki megnaði at koma afturíaftur.

Síðstu løtuna, tá NSÍ verjan var tunn, tí nógvir vóru frammarlaga, kundu Allan Mørkøre (ikki so væl upplagdur sum ofta fyrr í ár), Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen havt økt, men tað mundu bæði teir og viðhaldsfólkini gloyma, tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.