Løgmanssteypið
Upprunaliga varð dysturin millum NSÍ og Sumba útsettur, tá sumbingar ikki høvdu nakrar serligar umstøður at ferðast í fyri tveimum vikum síðani.
Gjørt varð tí av, at Sumba skuldi koma norður til Runavíkar at spæla fríggjadagin, og at NSÍ sum ætlað skuldi spæla í Sumba sunnudagin. Hetta varð tó eisini av ongum, tí sumbingar sóu seg ikki førar fyri at manna lið, og tí boðaðu teir NSÍ frá, at teir ikki komu norður at spæla. Tað merkti so aftur, at Sumba misti heimavøllin í seinasta dystinum, og tá støðan sjálvandi ikki var stórt øðrvísi sunnudagin, vann NSÍ báðar dystirnar móti Sumba ? og harvið bólkin ? uttan yvirhøvur at spæla í seinasta umfarinum.
Keðiligt at missa dystir
Sjálvandi fegnaðust runavíkingar um, at tað eydnaðist teimum at vinna harða bólkin, men hinvegin vóru teir eisini sera harmir um, at teir við hesum mistu tveir týdningarmiklar dystir, har seinastu fyrireikingarnar undan landskappingini kundu fáast frá hondini.
- Hetta kemur sjálvandi tvørt fyri hjá okkum. Vit missa tveir dystir í kanska týdningarmesta partinum av fyrireikingunum, segði ein sera harmur Jógvna Martin Olsen, tá vit leygardagin fingu orð á hann, meðan hann eygleiddi tvey av møguligu móstøðuliðunum í fjórðingsfinaluni, B68 og KÍ.
Spurningurin er nú bert, hvussu kappingarnevndin hjá FSF handferð málið. Í líknandi dømum áður, er lið, sum ikki møtir til ásettan dyst, dømt at rinda 10.000 kr., umframt at dysturin er taptur, og væntandi verður hetta eisini sektin, sum Sumba fær.
Fyri runavíkingarnir er hetta tó ein lítil troyst. Teir mugu tó bara líta frameftir, og har er fyrsta uppgávan beint fyri stavn, tí fríggjadagin koma vágamenn á vitjan, og tá verður so neyðugt við einum sigri, um plássið í hálvfinaluni skal tryggjast.