B36 og HB halda fram í tvíkappingini um tindin og FM heitið. Men í dag megnaði hvørki av stóru feløgunum í Gundadali meiri enn javnleik.
Mest óvæntaða úrslitið mundir tað vera í Gundadali, har sera væl upplagda AB megnaði 1-1 ímóti B36. Síðstu løtuna var tað AB, sum stríddist fyri at skora sigursmálið. Serliga eyðsýndur var Jóan Símun Edmundsson, sum hevði bóltin á samankomingini í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat, og í einum føri fram ímóti dystarenda var púra leysur. Ta ferðina bjargaði eykamálverjin hjá B36, sum beinanvegin eftir steðgin kom á vøllin í staðin fyri skadda Tórð Thomsen.
Í Fuglafirði hevði HB bóltin nógv meiri enn heimaliðið. Úrslitið var tó 2-2. Eisini í hesum dystinum var neyðugt at skifta málverja. Hallgrím G. Hansen noyddist úr ÍF málinum, har veteranurin Jákup Mikkelsen stóð seinnapartin av 2. hálvleiki.
NSÍ lyfti seg fram aftur á bronsuplássið, og tað tódnaði eisini tvey stig fram til tey bæði havnarfeløgini. Hesa ferð vann NSÍ 6-1 við Løkin ímóti Skála. Merkisvert er tað, at NSÍ í tveimum teimum seinastu umførunum hevur vunnið seks stig við málmuninum 13-1!
Við Margáir fótaði heimaliðið sær eftir fleiri vónbrot. Tølini siga, at tað var eingin ivi, tí EB/Streymur vann 3-0 á B68, sum í 1. hálvleiki misnýtti brotsspark.
Í gjárkvøldið vann Víkingur 4-2 ímóti KÍ á norðoyastevnu í Klaksvík. Triðja KÍ tapið á rað og úrslitini í dag bera við sær, at KÍ nú er dottið aftur á sjeynda plássið.
11. umfar
KÍ-Víkingur 2-4 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 4.
0-2: Finnur Justinussen 32.
1-2: Páll A. Klettskarð 48.
1-3: Heðin Hansen 52.
2-3: Ndende Adama Gueyé 55.
2-4: Súni Olsen 85.
ÍF-HB 2-2 (1-1)
1-0: Karl Løkin
1-1: Christian R. Mouritsen
1-2: René S. Joensen
2-2: Frank Poulsen
NSÍ-Skála 6-1 (5-1)
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Brian Jacobsen
2-1: Klæmint A. Olsen
3-1: Árni Frederiksberg
4-1: Árni Frederiksberg
5-1: sjálvmál
6-1: Magnus H. Olsen
EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 5.
2-0: Hans Pauli Samuelsen 74.
3-0: Leif Niclasen 84.
B36-AB 1-1 (1-0)
1-0: Adeshina Lawal br 45.
1-1: Hørður Mohr 60.
Støðan eftir 11 umfør
B36 27
HB 25
NSÍ 17
EB/Streymur 16
Víkingur 16
ÍF 13
KÍ 13
B68 9
AB 8
Skála 5
12. umfar
Mánadagin 9. juni
2. hvítusunnudag
KÍ-ÍF
B68-NSÍ
Skála-B36
HB-EB/Streymur
AB-Víkingur
---
LIÐUGT
1-1
Tað er AB, sum stríðist fyri at skora sigursmálið. Eftir fínt saman spæl við Bárð Olsen royndi Jóan Símun Edmundsson seg við skoti úr vinstru, men bólturin brast í tríkantin!
Róaldur Jacobsen hjá B36 sær gult fyri at steðga Jóan Símuni Edmundsson í gjøgnumbroti.
90) 1-1
AB hevur havt risa møguleika at leggja seg framum. Jóan Símun Edmundsson var púra blankur frammanfyri Jákup Højgaard í B36 málinum. AB maðurin hevði møguleika at sneiða framvið málverjanum, men hann royndi seg við skoti, og málverjin bjargaði!
85) 1-1
Jóan Símun Edmundsson hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Høgna Eysturoy, sum kennist skaðadarvaður.
Bárður Olsen er komin inn á AB miðvøllin.
75) 1-1
B36 hevur gjørt tvær skiftingar: Benjamin Heinesen og Sandri Færø eru komnir inn, og Rasmus Dan Sørensen og Klæmint Matras eru farnir av vøllinum.
Magnus Egilsson er komin inn á AB miðvøllin.
Nú kennast AB spælararnir vera nøgdir við støðuna, og teir halda B36 frá málmøguleikum.
70) 1-1
AB leggur framvegis nógv fyri. Argjamenn flyta seg meiri enn mótstøðumenninir. B36 hevur góða tíð, tá ið teir á heimaliðnum hava bóltin.
Eftir fínt uppspæl var nær við, tá ið Dion Splidt royndi seg við skoti. Bólturin fór dygst við síðuna av.
67) 1-1
AB pressar. Eftir uppspæl í høgru er um reppið, at Hørður Mohr røkkur at stýta innleggi frá Martin Midjord í málið.
64) 1-1
AB roynir at leggja trýst á, og serliga eftir horna er talan um spentar støður í B36 brotsteiginum. Kortini lúrir eisini møguleikin fyri B36 máli hvørja ferð, tá ið Adeshina Lawal setir ferð á. Nú hevur Kári Nielsen sæð gult fyri at steðga Adeshina Lawal í gjøgnumbroti.
60) 1-1: Hørður Mohr
Eftir horna frá Dion Splidt hevur miðvallarin Hørður Mohr dygst undir B36 málinum sett bóltin í málið.
55) 1-0
Leikliga avrikið í 2. hálvleiki hevur higartil ikki verið nakað at reypa av. Nú hevur Lukasz Ciesleiwcz verið tætt við, eftir at hann sneiddi fleiri AB spælarar av sær. Men Heðin Stenberg bjargaði.
52) 1-0
Hørður Askham hjá B36 hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Jóan Símuni Edmundsson.
Sorin Anghel er ofta frammarlaga, tá ið AB hevur fríspark.
46) 1-0
B36 hevur skift málverja. Tórður Thomsen ætlaði sær at spæla aftur eftir steðgin, men hann vísti seg at vera so mikið skaðadarvaður, at tað ikki bar til. Jákup Højgaard er nú í B36 málinum.
1-0) Adeshina Lawal br
Tað er gott lag í B36 leguni. Eftir stórt kiks í AB uppspælinum gjørdi B36 skjótt av. Adeshina Lawal sneiddi framvið Heðini Stenberg, eftir at Lukasz Cieslewicz hevði spælt hann leysan. Heðin Stenberg í AB málinum steðgaði honum óregluliga. Petur Reinert bríkslaði fyri brotssparki, sum Adeshina Lawal setti trygt í málið.
Enn eina ferð hevur AB verið tætt við, og enn eina ferð var tað Jóan Símun Edmundsson, sum royndi seg.
45) 0-0
4 minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki
43) 0-0
B36 hevur havt risa møguleika. Eftir einmansavrik hjá Lukasz Cieslewicz hálvbjargaði Heðin Stenberg í fyrstu atløgu, og hann vardi aftur fyri, tá ið Rasmus Dan Sørensen var fyrstur á returbóltinum.
40) 0-0
Hóast Tórður Thomsen framvegis stendur í B36 málinum, so sær tað út sum um, at hann ikki er førur fyri at spæla.
35) 0-0
Tað hevur verið steðgur í fleiri minuttir, tí B36 málverjin Tórður Thomsen hevur ligið skaddur á vøllinum. Hann er komin á føtur aftur.
AB hevur havt flestu stóru málmøguleikarnar. Serliga eyðsýndur er Jóan Símun Edmundsson.
25) 0-0
Jóan Símun Edmundsson hevur enn eina ferð verið tætt við eftir at hava sneitt framvið fleiri. Men Tórður Thomsen bjargaði til horna.
Og í næsta álopi var um reppið, at Adeshina Lawal breyt ígjøgnum. Hann varð feldur, áðrenn hann varð heilt leysur.
20) 0-0
Jóan Símun Edmundsson er sera væl upplagdur í AB álopinum. Hann megnar nógv einsamallur ímóti B36 verjuni.
Higartil hevur tað ikki ligið so væl fyri í samanspælinum hjá B36, sum tað annars hevur gjørt fyrr í ár.
Gult kort til Jobin Drangastein hjá AB fyri at sparka bóltin burtur í frísparksstøðu.
13) 0-0
AB hevur fyrstu løtuna havt væl betri tak á verjupartinum, enn argamenn høvdu, tá ið teir fyri viku síðani taptu stórt á heimavølli.
Eisini er tað stórur styrkur, at Jóan Símun Edmundsson í dag er fremsti maður frá fyrsta bríksli.
7) 0-0
B36 hevur síðstu lítlu løtuna havt tvey horna, og Lukasz Cieslewicz hevur havt góða skotroynd, sum Heðin Stenberg bjargaði til horna.
5) 0-0
AB hevur Sorin Anghel í miðverjuni í dag. Argjamenn hava lagt bragdliga fyri, men higartil hevur eingin upplagdur málmøguleiki verið.
B36-AB kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Rasmus Dan Sørensen – Adeshina Lawal
AB: Heðin Stenberg – Martin Midjord, Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Hørður M. Mohr, Kári Nielsen – Jobin Drangastein , Jónas Stenberg, Dion Splidt – Jóan Símun Edmundsson
-----
LIÐUGT
6-1
85) 6-1
NSÍ er framvegis omaná. Mark Ryutin hevur nú stórbjargað eftir fríspark og stútara hjá Klæminti A. Olsen. Returbóltin sendi Andy Olsen fyri opnum máli upp um málið.
65) 6-1
Pætur Dam Jacobsen í Skála miðverjuni sær gult fyri fríspark ímóti Klæminti A. Olsen á brotsteigarmarkinum. Klæmint tók sær sjálvur av frísparkinum, men hann sendi bóltin langt upp um og við síðuna av málinum.
58) 6-1: Magnus H. Olsen
Eftir fínt eitt tvey samanspæl við Andy Olsen skoraði Magnus Olsen.
HÁLVLEIKUR
5-1
44) 5-1: sjálvmál
Fyrr í ár vann NSÍ 5-1 á Skála. Longu nú fyrri hálvleikur er um at vera runnin, er NSÍ frammanfyri 5-1. Hesa ferð var tað framrættaði spælarin í høgru Andy Olsen, sum við vinstra beini legði innfyri. Bólturin tók í ein verjuspælara og snýtti málverjan.
40) 4-1: Árni Frederiksberg
Hetta er dagurin hjá Árna Frederiksberg, sum nú hevur skorað fyri triðju ferð í dag. Hesa ferð var tað við skoti úr vinstru, eftir at Jann Martin Mortensen hevði spælt hann leysan.
Lítla løtu eftir fjórða NSÍ málið fekk Skála risa møguleika at minka um munin, men miðvallarin Ólavur Mikkelsen setti brotsspark við síðuna av málinum.
35) 3-1: Árni Frederiksberg
NSÍ hevur økt um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað Árni Frederiksberg, sum skoraði. Hesa ferð var tað við beinleiðis hornasparki!
30) 2-1: Klæmint A. Olsen
Skála var ikki leingi í dreymasongini. Nú hevur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen lagt NSÍ framum. Tað gjørdi hann við stútara við handara stólpa, eftir at Andy Olseen hevði lagt innfyri úr høgru.
25) 1-1: Brian Jacobsen
Hóast NSÍ hevur stóra leikliga yvirvág, so hevur Skála javnað. Einsamalli framherjin Brian Jacobsen var leysur í brotsteiginum, tá ið hann setti bóltin framvið Andras Gango.
13) 1-0: Árni Frederiksberg
So hevur heimaliðið lagt seg framum. Við beinleiðis frísparki úr høgru hevur Árni Frederiksberg skorað. Bólturin fór í málið umvegis handara stólpan.
5) 0-0
NSÍ hevur havt bóltin mesta partin av tíðini. Skála liðið leggur mesta dentin á at verja og at bíða eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
NSÍ-Skála kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen - Andy Ó. Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Holgar Durhuus, Ólavur Mikkelsen, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen
----
LIÐUGT
3-0
85) 3-0: Leif Niclasen
Nú er tað púra greitt, at EB/Streymur vinnur øll stigini. Innskifti Leif Niclasen hevur økt um leiðsluna til 3-0!
70) 2-0: Hans Pauli Samuelsen
Alt bendir á, at talan verður um heimasigur við Margáir. Nú hevur Hans Pauli Samuelsen skorað fyri aðru ferð í dag. Í uppspælinum fekk hann stuðul frá Niels Paula Danielsen, Gunnari Zachariasen og innskifta Leif Niclasen.
60) 1-0
Kristian Joensen í B68 málinum er tryggur aftasti skansi. Nú hevur hann bjargað, tá ið Arnbjørn Hansen var púra blankur mitt fyri málinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
B68 hevur havt risa møguleika at javna, men toftamenn misnýttu. Óli H. Olsen tiltuskaði sær brotsspark, sum hann sjálvur avgreiddi. Hann sendi bóltin langt við síðuna av málinum.
Heimaliðið hevur havt bóltin meiri, men tað hevur sjáldan eydnast EB/Streymi at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Sum í undanfarnu umførunum hevur konseptið hjá B68 í 1. hálvleiki verið at verja og lúra eftir skjótum mótálopum.
25) 1-0
EB/Streymur er leikliga greitt omaná, og heimaliðið hevur havt fleiri málmøguleikar. Tað hevur ikki eydnast at økja um leiðsluna. Næst við var tað, tá ið bólturin brast í stólpan.
10) 1-0: Hans Pauli Samuelsen 7.
Eftir fríspæling í brotsteiginum heilfluktaði Hans Pauli Samuelsen bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen.
Heimaliðið hevur fyrstu løtuna verið sera bragdligt.
EB/Streymur-B68 kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Gert Hansen, Niels Pauli Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen – Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknagøtu, Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Óli H. Olsen
----
LIÐUGT
2-2
70) 2-2
Jákup Mikkelsen er komin í ÍF málið í staðin fyri Hallgrím G. Hansen, ið fekk ein stoyt fyrr í hesum hálvleikinum.
HB kennist spenna álopsbogan!
60) 2-2
Símun Samuelsen er komin í HB álopið í staðin fyri René S. Joensen.
HÁLVLEIKUR
2-2
ÍF hevur dúvað upp á snarálop. HB hevur havt bóltin mesta partin av tíðini, men tað hevur gingið illa at skapa upplagdar málmøguleikar.
45) 2-2: Frank Poulsen
So er aftur javnt í Fuglafirði. Miðvallarin Frank Poulsen, sum hesa ferð er millum teir fyrstu ellivu, hevur skorað við langskoti.
35) 1-2: René S. Joensen
So er HB aftur á odda. René S. Joensen setti bóltin í málið. Tað gjørdi hann eftir fríspark var lagt í brotsteigin, og eftir at Heini Vatnsdal hevði stútað upp á tvørs.
33) 1-1: Christian R. Mouritsen
HB hevur javnað. Christian R. Mouritsen sendi horna innfyri. Nógv fólk var undir málinum, men tað tóktist sum um, at bólturin fór beinleiðis í málið.
30) 1-0: Karl Løkin
Eftir HB miss í uppspælinum fekk ÍF úrtøku. Dánjal á Lakjuni spældi Karl Løkin leysan, og miðvallarin sendi umvegis mótstøðumann bóltin í HB málið.
25) 0-0
Fuglafirðingar eru nøgdir við støðuna. HB hevur bóltin mest sum alla tíðina, men tað gongur illa at skapa stóra málmøguleikan. Tað kennist vera saknur í Andrew av Fløtum, sum er skaddur.
15) 0-0
HB hevur bóltin meiri enn heimaliðið. Ein risa møguleika hevur HB havt, men Hallgrím H. Gregersen, sum verjir ÍF málið í dag, bjargaði, tá ið Rene S. Joensen royndi seg úr brotsteiginum.
ÍF-HB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliassen, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric – Karl Løkin, Fritleif í Lambanum – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard, Frank Poulsen - Kristoffur Jakobsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Kristin R. Mouritsen