NSÍ hevur vunnið unglingadeildina

Trífaldu meistararnir vunnu í Fuglafirði, og KÍ, sum ikki hevur staðið seg serliga væl, vann enn eina ferð á B36

Unglingarnir hjá B36 mundu ikki rokna við, at NSÍ fór at dumma seg, tá oddaliðið fór til Fuglafirðar mánakvøldið.

B36 hevði vitjan av KÍ, og um NSÍ ikki megnaði meiri enn javnleik, og B36 samstundis vann ímóti KÍ, so hevði B36 vunnið FM heitið.

Men tað gekk ikki eftir vild hjá B36. NSÍ vann 3-1 í Fuglafirði, og KÍ vann 4-2 í Gundadali. Úrslitini hava við sær, at NSÍ hevur vunnið meistaraheitið, og komandi mánakvøld, tá teir fáa vitjan av Skála, verður triðja gullkrónusettið upp í slag handað NSÍ unglingunum, sum longu hava vunnið steypið til ognar, ið Floksmenninir hjá B36 góvu unglingunum at kappast um í 1995.


KÍ gott tak á B36

Klaksvíkingar hava ikki staðið seg serliga væl í unglingadeildini hesi seinnu árini. Teir hava ikki vunnið meistaraskapin síðani 1991, tá teir eisini vunnu steypakappingina, sum teir heldur ikki hava vunnið síðani tá.

Unglingarnir hjá KÍ vinna heldur ikki í ár heiðurskrónur, men hóast samlaða úrtøkan ikki hevur verið nakað at reypa av, so hava klaksvíkingarnir gjørt onkran vørrin. Teir vunnu á heimavølli ímóti NSÍ, HB og ímóti B36, sum teir tykjast hava serliga gott tak á.

Mánakvøldið vunnu KÍ unglingarnir fyri triðju ferð upp í slag landskappingardyst ímóti B36. Í fjør vunnu teir 7-2 norðuri í Klaksvík og tóku harvið spenningin burturúr kappingini. Tað var annars lagt upp til, at spenningurin skuldi útloysast, tá NSÍ kom í Gundadal at spæla um FM heitið ímóti B36.

Talan var um gott fótbóltsspæl mánakvøldið. KÍ kom á odda við máli, sum miðvallarin Kristian Andreasen fluktaði úr 20 metrum, og sami maður økti til 2-0, tá hann sneiddi fleiri av í brotsteiginum, vendi út frá aftur og sendi í málið.

Undan hvíldini minkaði Carl H. Høgnesen um munin. Hann var á vongverjanum fyrstu løtuna, men har var hann ikki serliga sjónskur. So flutti hann í álopið, og har gjørdi hann nógv um seg seinnapartin av 1. hálvleiki. Málið kom, eftir at Høgnesen maðurin dró inn fra høgru og sendi framvið Meinhardi Joensen í KÍ málinum.

Arnfinnur Guðjónsson, vongverjin í vinstru, økti beinanvegin eftir steðgin um leiðsluna hjá KÍ. Hann fór framvið fleiri, áðrenn hann sendi ímillum beinini á málverjanum Magnusi Poulsen.

Eftir horna, málverjumiss (klaksvíkingarnir hildu, at fríspark varð gjørt ímóti málverjanum) og nakrar ferðir aftur og fram minkaði verjuspælarin Dánjal á Neystabø um munin, og so var spennandi eina løtu. B36 hevði bóltin nógv, men teir megnaðu ikki at spæla seg til nógvar møguleikar, og so var tað, at teir báðir 1. deildarspælararnir hjá KÍ syrgdu fyri, at sigurin varð staðfestur. Niclas Niclassen sendi fríspark innfyri, og Heðin á Lakjuni var hægstur og stútaði í kassan.


NSÍ sannførandi

Eina løtu ljóðaði í Gundadali, at NSÍ bara hevði megnað 1-1 javnleik í Fuglafirði. Hevði tað verið satt, so høvdu teir í B36 ivaleyst iðrað seg uppaftur meiri um tapið ímóti KÍ.

Men tíðindini úr Fuglafirði vóru eftir fyrra hálvleik. NSÍ avgreiddi sín setning til fulnar, og í 2. hálvleiki spældu teir sum sannir meistarar. Serliga var tað Helgi L. Petersen, sum var framúr. Hann var í álopinum, og ÍF verjan var orduliga um ein háls av honum.

Fyrra umfarið var hálvrunnið, tá Hjørleif Klein, sum var í álopinum saman við Helga, setti hol á. Lamhauge Petersen stóð fyri uppspælinum.

Tað kom eitt sindur av spenningi í síðstu tíggju minuttirnar av fyrra umfarinum. Bárður á Lakjuni sendi innfyri, og ein av NSÍ monnunum, sum ætlaði at skjóta burtur, áðrenn fuglfirðingur slapp framat, var so óheppin at senda í boga uppum málverjan. So var eitt sindur av panikki í, og um fuglfirðingar vóru eitt sindur hepnari, so kundu teir havt skorað.

Seinna umfarið gjørdist munurin alt meiri eyðsýndur. Helgi Lamhauge Petersen skoraði eitt flott mál, tá hann legði seg afturav og heilfluktaði innlegg frá Kára Sigvardsen í kassan, og Hjørleif Klein staðfesti sigurin við máli, sum var á hædd við tað hjá Helga. Sjúrður í Skemmuni legði innfyri, og Hjørleif Klein møtti bóltinum við fremra stólpan og snittaði við høvdinum í handara síðunetið.


Gylta framtíð

Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ tillukku við FM heitinum. At tað er nógv og gott fólk í Runavík verður undirstrikað av, at dreingjaliðið eisini fer at vinna FM heitið. Teir hava tríggjar dystir eftir at spæla, og um teir vinna ein av teimum, so eru teir FM vinnarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er nógv sum bendir á, at fyritreytirnar hjá NSÍ eru góðar at vinna okkurt FM heitið afturat í unglingadeildini í nítiárunum, umframt tey trý, sum teir longu hava fingið til høldar.