NSÍ tók eitt stig fram ímóti bjargingini

B36 venjarin ásannar, at mótstøðuliðið í kvøld vísti heilt øðrvísi avrik, enn NSÍ hevur gjørt tvær tær seinastu ferðirnar

Betuel Hansen javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá NSÍ miðvallaranum í ár

Tað endaði 1-1 í góðveðrinum í Gundadali í kvøld. B36 hevði vitjan av NSÍ, sum er undir trýsti í kappingini um at flyta niður.

 

-Í tí støðuni, sum vit nú eru í, eru øll stig kærkomin, og hugburðurin og avrikið hjá okkara monnum í kvøld ber boð um, at vit eru á rættari leið. Vit fingu teir at spæla soleiðis, sum vit vildu hava teir at spæla, og hóast vit fingu óheppið mál ímóti okkum, so reistu vit okkum og javnaðu, og tá ið vit taka samanum, so hevur tað alstóran týdning, at spælararnir fáa eitt sucessupplivilsi, og tað upplivdu teir í kvøld, og tað gevur mót upp á framtíðina, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

 

B36 legði seg á odda við beinleiðis hornasparki úr høgru, sum Martin Agnarsson tók sær av, og NSÍ javnaði eftir álop í høgru og innlegg og eftir, at Mórits Heini Mortensen legði innfyri aftur úr vinstru. Málskjútti var Betuel Hansen, sum í kvøld var rættiliga framrættaður sentralur miðvallari.

 

-Vit mugu bara staðfesta, at NSÍ avrikið var væl meiri sannførandi, enn tað hevur verið tvær tær seinastu ferðirnar. Sámal Erik Hentze og hansara menn høvdu lisið okkum væl av, og spælið hjá okkum gekk ikki soleiðis, sum vit høvdu ætlað og vónað, men eg haldi, at einki forgjørt hevði verið í tí, um vit høvdu vunnið øll stigini, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Í løtuni eru vit á níggjunda plássi, og støðutalvan sigur harvið, at vit í løtuni eru ikki frægari enn at vera næstvánaligasta liðið. Men í kvøld vístu vit, at tað er vón fyri framman, um vit varðveita hugburðin og arbeiðslagið og leggja aftrat næstu ferðirnar, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

 

Næstu ferð verður AB mótstøðuliðið hjá NSÍ. Hesi bæði liðini kappast um at renna undan niðurflytingarstrikuni. Næstu ferð verður EB/Streymur mótstøðuliðið hjá B36. Tað eru hesi bæði liðini, sum kappast fyri at vinna fjórða plássið, sum ber rættin við sær næsta summar at luttaka í europeisku kappingini.

 

 

 

B36 – NSÍ 1-1 (1-1)

 

1-0: Martin Agnarsson

 

1-1: Betuel Hansen

 

Dómari: Alex Troleis

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Lukas S. Enevoldsen, Martin Agnarsson – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Andrass Johansen, Michal Przybylski, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen – Mathias Kragh Nielsen, Mórits Heini Mortensen – Jørgen Nielsen, Betuel Hansen, Lukas Giessing – Klæmint A. Olsen

 

Betuel Hansen javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá NSÍ miðvallaranum í ár