Nú ber til at melda til Team Rynkeby 2016

Einans nakrar fáir dagar aftaná, at Rynkeby súkklararnir komu til Paris, ber til at søkja um at gerast partur av Team Rynkeby 2016.

Tað eru ikki meira enn nakrar fáir dagar síðani, at Rynkeby súkklararnir trillaðu inn um málstrikuna í franska høvuðsstaðnum Paris, men longu nú ber til at søkja um at gerast partur av Team Rynkeby 2016.


Á heimasíðuni hjá felagsskapinum verður upplýst, at í minsta lagi helvtin av liðnum skal skiftast út hvørt ár, so tað er greitt, at nógv nýggj andlit verða at síggja í Rynkeby 2016.


Fyri at melda til krevst, at ein útfyllir eitt umsóknarblað, ið umfatar eitt skriv um hví man ynskir at vera ein partur av Team Rynkeby.


Pláss er fyri 50 súkklarum, men í fjør vóru tað heili 160 fólk, ið ynsktu at verða ein partur av liðnum.


Til ber at melda seg til á heimasíðuni hjá føroyska partinum av hjálpararbeiðunum, team-rynkeby.fo.