Tað eru tríggir av risunum í føroyskum vinnulívi, sum standa aftanfyri nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði.
Felagið, sum skal byggja og reka virkið eitur P/F Pelagos, bleiv stovnað týsdagin 27. januar 2014.
Havsbrún og reiðaríini Framherji og Palli hjá Mariannu hava sett 50 milliónir krónur í nýggja felagið Pelagos, sum skal byggja og reka nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði.
Harafturat koma smærri, lokalir íleggjarar at eiga tilsamans 10 prosent av partapeninginum.
- Hervið hava vit uppsjóvarvinnuna, bæði á sjógvi og landi, umframt at virkið er rótfest lokalt, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún og nevndarformaður í nýggja felagnum Pelagos.
Virkið skal longu vera klárt at taka ímóti fiski, tá vertíðin av álvara byrjar í juli.
- Ja, vit skulu arbeiða skjótt. So longu í næstu viku verður farið undir at seta virkið upp, sigur Odd Eliasen.
Virkið fer at standa sunnalaga á havnlagnum í Fuglafirði, tætt við frystigoymsluna hjá Bergfrost. Ein høll á 5.800 fermetrar verður bygd, sum skal hýsa framleiðsluni. Íslendska fyritøkan Skaginn hf, sum er høvðusveitari av útgerð til framkomna virkið.
- Í fyrstu atløgu fer virkið at kunna taka ímóti 600 tonsum um samdøgrið, men tað verður bygt soleiðis, at móttøkuorkan lættliga kann økjast.
Virkið kostar umleið 200 milliónir krónur at byggja.
- Vit hava kalkulerað við, at virkið tekur ímóti 45.000 tonsum um árið. Tá melur runt og nakað leypir eisini av, sigur Odd Eliasen.
Tørvur verður á 80 til 100 fólkum til arbeiðis. Søkt verður eftir fólki til várs.
Eisini skal nýggjur stjóri og teknisk leiðsla setast á nýggja uppsjóvarvirkinum.
Hoyr samrøðu við Odd Eliasen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini: Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði veruleiki