Nú byrjar Biskupstorgið

Ósbjørn Jacobsen setur sín dám á miðbýin í Klaksvík.

Orð og myndir: Dávur Winther

 

Í morgun gingu Kjartan Hansen, stjóri og Dennis Hansen, verkfrøðingur á Kanjon, á sandinum og kannaðu eftir avsetingunum fyri tí spennandi byggingini, sum verður kallað Biskupstorg.

 

Undan Summarfestivalinum kom eitt stórt skelti upp at standa á sandinum, sum greiðir frá, at byggiharrar eru Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku og Bústaðir. Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon, meðan arkitektur er Ósbjørn Jacobsen og ráðgevarar annars eru Landsbyggifelagið og PB-Consult.

 

Tann stóra maskinan, sum millum annað skal grava fyri fundamentunum, er komin á staðið, so nú verður byrjað, søgdu Kjartan og Dennis, sum vóru tíðindafróðir og spentir eftir at koma í gongd. Teirra entreprisa kostar 72 milliónir, men skulu teir eisini hava ymiskar undirveitarar inn.

 

Sami arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen stóð eisini á odda fyri vinnandi uppskotinum um nýggja býarskipan fyri miðbýin í Klaksvík, og heldur hann, at Klaksvík verður ein enn meiri spennandi og vakur býur við nýggja miðbýnum, sum Biskupstorgið er ein partur av.

 

Sum tíðarætlanin er sett saman, skal íbúðarbygningurin við 30 íbúðum standa liðugur á sumri 2017.  Kjallari verður undir, og síðani veghæddin, ætlað lættari vinnu og omaná hana tríggjar íbúðarhæddir. Samlaði kostnaðurin er 90 mill, har íbúðarparturin liggur um 65 mill.