Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.
Í Føroyum eru 28.004 skrásettir persónbilar. Av teimum eru nú 2.673 elbilar, sum svarar til sløk 10 prosent.
Størsti parturin av persónbilunum eru framvegis bensinbilarnir, sum eru 16.660 í tali.
Persónbilarnir við dieselmotori eru 8.671 í tali.
Tilsamans eru 42.578 akfør í Føroyum, tá øll skrásett akfør eru tald við.
Av teimum eru elrikin akfør 2.878 svarandi til 7 prosent.