Nú er andstøðan heldur ikki samd: – Tað er veruleikafjart

Tjóðveldi og Framsókn skulu ikki rokna við at fáa síni ynski um ein føroyskan radara uppfylt - ið hvussu er ikki í eini stjórn saman við Javnaðarflokkinum.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, skilir ikki heilt, hví og hvussu Tjóðveldi og Framsókn vilja hava eina heilt aðra avtalu enn ta avtaluna, sum bleiv undirskrivað millum landsstýrismann Jenis av Rana og uttanríkisráðharra Morten Bødskov í gjár.

 

– Nú er tað er soleiðis, at verjumál eru donsk. Í hesum førum hava danir valt at lata avgerðina til okkum í Føroyum at taka. Eg hevði ynskt, at løgtingið slapp at taka averðina, men tað var ikki meiriluti fyri tí, sigur Aksel V. Johannesen, sum heldur ikki sær fyrimunin við einari føroyskari radaraloysn, sum føroyingar sjálvir skulu samráðast við NATO um.

 

– So má skattaborgarin rinda fyri hana, um tað ikki verður NATO, sum rindar. Vit eru tað einasta landið, sum NATO verjir, og sum ikki rindar nakað fyri at vera við í NATO. So halda summi, at man skal fáa pengar frá NATO aftufyri. Tað er veruleikafjart, sigur Aksel V. Johannesen.

 

So hvat sigur Javnaðarflokkurin, um Tjóðveldi og Framsókn seta sum treyt at broyta hesa avtaluna fyri at fara í stjórn komandi valskeið?

 

– So siga vit nei, svarar Aksel V. Johannesen.

 

Men teir báðir Bjarni Kárason Petersen (F) og Høgni Hoydal (E) ætla sær eftir øllum at døma at gera alt fyri at broyta avtaluna um radaran.

 

– Hendan avtalan er einki verd. Vit fara ongantíð at góðtaka hetta. So nei, vit í Tjóðveldi ætla okkum ikki at sleppa hesum málinum, sigur Høgni Hoydal.

 

– Eg fari at gera alt fyri, at málið verður tikið uppaftur eftir eitt val, soleiðis at hetta málið vendir rætt, tá ið málið er avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

So er spurningurin, hvussu virkisfør ein møgulig samgonga millum C, F og E hevði verið, nú verju- og trygdarpolitikkur helst kemur at fylla meira komandi árini.

 

Bjarni Kárason Petersen væntar, at trygdarpolitiska støðan í heiminum og ítøkiliga radaramálið kemur at seta sín dám á eitt møguligt samgongusamstarv.

 

– Mann kemur ikki uttan um, at vit hava hvør sína grundleggjandi fatan um, hvønn veg vit skulu fara. Tað kann gott ávirka framtíðar útlitini fyri samstarv, sigur hann.

 

Hóast grundleggjandi ósemjur dugir Aksel V. Johannesen væl at ímynda sær eina stjórn við Tjóðveldi og Framsókn kortini.

 

– Tað kundi man væl ímyndað sær. Men man má bara fyrihalda seg til veruleikan um, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, har verjumál eru donsk. Eg havi virðing fyri at man vil broyta veruleikan, men so má man broyta tann veruleikan fyrst, sigur hann.

 

LES EISINI: Ynskja enn ein føroyskan radara: Hetta verður ongantíð góðtikið

 

Aksel tryggjaði meirilutan

 

Aksel V. Johannesen var tungan á vektskálini, sum gjørdi, at meiriluti var í Uttanlandsnevndini fyri at mæla landsstýrismanninum til at undirskriva avtaluna um radaran við donsku stjórnina. Aksel var ein av teimum fýra limunum, sum mæltu til at skriva undir, meðan tríggir limir mæltu frá. 

 

Høgni Hoydal og Bjarni Kárason Petersen skilja als ikki Javnaðarflokkin í hesum førinum. Teir skilja ikki, hvussu Javnaðarflokkurin fyrst vil hava radaran í løgtingið, men síðani mælir til at skriva beinleiðis undir uttan um løgtingið.

 

Báðir halda, at Javnaðarflokkurin átti at sagt nei í Uttanlandsnevndini og kravt, at avgerðin um radaran fór í løgtingið.

 

– Tað átti Javnaðarflokkurin at gjørt, um hann meinti nakað við tað at vilja fáa avgerðina tikna í løgtinginum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

Men Aksel V. Johannesen sigur hinvegin soleiðis:

 

– Hevði Javnaðarflokkurin sagt nei, hevði meirilutin í Uttanlandsnevndini sagt nei. Tað merkir, at løgtingið hevði sagt nei. Og tað hevði verið ein søga, sum hevði skatt okkara umdømi - og harvið okkara áhugamál - á øðrum økjum, sigur hann í lesarabrævi.

 

LES EISINI: Framsókn hevði mælt frá avtaluni um radaran