Nú er umstrídda avtalan undirskrivað

Her ber til at síggja avtaluna í fullum líki um eftirlitsradaran, sum skal setast upp á Sornfelli

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri Danmarkar, hava nú skrivað undir semju um at seta upp eftirlitsradara á Sornfelli.

 

Endamálið við radaranum er at gera eftirlitið í loftrúminum millum Føroyar, Ísland, Noreg og Bretland betri. Í dag er ikki fult radaraeftirlit í økinum.

 

Lofteftirlitsradarin er ein partur av arktiska kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini. Arktiski kapasitetspakkin eru tær útbygginhar, sum verða gjørdar fyri at styrkja eftirlitið við virkseminum í Arktis og Norðuratlantshavi. Umframt at hava eftirlit við radaraan, verður eisini eftirlit við langtberandi dronum, ið eisini kunnu nýtast í sambandi við leiting og bjarging á sjónum.

 

Í semjuni, sum er skrivað undir, er ásett, at føroyskar fyritøkur hava, á jøvnum føti við aðrar fyritøkur, møguleika at bjóða uppá uppgávur í sambandi við, at eftirlitsradari verður settur upp á Sornfelli.

 

– Heimurin er við eitt trygdarpolitiskt vegamót. Vit fara nú eftir øllum at døma inn í eitt tíðarskeið, har trygd og verja aftur fara at standa ovarliga á dagsskránni. Tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina gekk enn einaferð sjón fyri søgn, at trygd, tryggleiki og friður ikki eru ein sjálvfylgja. Heldur ikki í Evropa. Hetta ávirkar eisini okkum í Norðuratlantshavi, og tí er umráðandi, at Føroyar gera sítt fyri, at friður og støðufesti valda, verður sagt í tíðindaskrivi um radaran.

 

Við semjuni í dag um fortreytirnar fyri at seta upp nýggja lofteftirlitsradara á Sornfelli vísa vit føroyska viljan at gera okkara til at samstarva um trygd, og veita eitt íkast til ta verju, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í tíðindaskrivinum.

 

Les alla semjuna um radaran við at trýsta HER