Í dag bleiv avtalan millum Føroyar og Danmark um at seta ein lofteftirlitsradara upp í Føroyum undirskrivað.
Sum vit hava staðfest her á in.fo í áðni, hevur samgongan ikki staðið saman um radaramálið. Fólkaflokkurin við Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen mæltu nevniliga ikki sínum landsstýrismanni, Jenisi av Rana, til at skriva undir avtaluna um radaran við danska verjumálaráðharran, Morten Bødskov, meðan Javnaðarflokkurin hinvegin mælti til at siga ja.
– Eg havi altíð mælt til, at man bíðar við at skriva undir, til man hevur fingið nøkur ítøkilig mál avgreidd, og tann støðan er ikki broytt, sigur Jacob Vestergaard, umboð fyri Fólkaflokkin í Uttanlandsnevndini.
Vil tað siga at tit hava mælt landsstýrismanninum frá at skriva undir?
– Vit hava hvørki sagt ja ella nei. Vit hava bara biðið um at bíða eitt sindur, sigur Jacob Vestergaard, sum áður sagt sína hugsan um, at Føroyar skulu fáa okkurt afturfyri, um vit siga ja til ein radara, sigur hann.
– Vit hava einki ímóti einum radara. Men vit hava sagt “ja, treytað av…”. Tey tingini eru ikki komin upp á pláss, men tað er sum skilst gongd í tí arbeiðnum. So vit hava mælt til, at man bíðar við at skriva undir, inntil tey tingini eru komin upp á pláss, sigur Jacob Vestergaard.
Jákup Mikkelsen, sum avloysti Elsubeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar, men hann váttar, at hann og Jacob Vestergaard eru samdir.
– Nú er avtalan undirskrivað. Eg havi sagt mína meining á fundinum og skrivað mínar viðmerkingar til málið, sigur hann.
– Hetta er eitt tað grovasta
Hin triði limurin í Uttanlandsnevndini, sum mælti landsstýrismanninum frá at skriva undir, var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Hann meinar, at landsstýrið hevur misbrúkt sítt vald í radaramálinum, sum man ikki hevur viljað lagt fyri tingið.
– Hetta er tað eitt grovasta, eg havi upplivað, síðan eg kom í politikk. At undirskriva eina avtalu um hernaðarliga útgerð í Føroyum uttan at lata løgtingið taka avgerðina er ikki í lagi, og tað góðtaka vit ikki, sigur Høgni Hoydal, nú aftaná avtalan er undirskrivað.
Javnaðarflokkurin segði ja
Aksel V. Johannesen, sum er umboð Javnaðarfloksins í Løgtingsins uttanlandsnevnd tók undir við, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skrivaði undir semjuna um radaran.
– Tað gjørdi eg, hóast vit harmast um, at Løgtingið ikki er sloppið at viðgera málið, soleiðis sum vit skutu upp saman við Tjóðveldi og Framsókn, sigur Aksel V. Johannesen.
– Men vit virða avgerð Løgtingsins, men harmast.
Formaður Javnaðarfloksins sigur víðari, at flokkurin er av teirri fatan, at hetta er at álvarsmál, sum ikki bara snýr seg okkara trygd her heima í Føroyum.
– Hetta snýr seg eisini um trygdina hjá grannalondum okkara og hjá øllum vesturheiminum, tí kunnu vit ikki seta órímuligar treytir við eitt slíkt stig, sigur hann.
Kortini hevði Javnaðarflokkurin tvey ynski í sambandi við radaramálið, sum báðar vórðu eftirlíkarðar. Onnur var, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í radaramyndirnar, og tað fáa Vága Floghavn og Vørn. Hitt ynskið var, at føroyskar fyritøkur skulu sleppa at bjóða á jøvnum føti við aðrar upp á arbeiði í sambandi við ta bygging, sum fer fram í hesum sambandi.
Aksel V. Johannesen leggur afturat, at um Føroyar søgdu nei til ein radara, so høvdu vit sent eitt signal til umheimin, sum sáar iva um Føroyar eru fullgildugur partur av vesturheiminum.
– Tí tað eru vit, og tað skula vit vera, leggur Aksel V. Johannesen dent á.
##med2##
Høgni Hoydal skilir als ikki, hví Javnaðarflokkurin ikki mælti frá at skriva undir avtaluna.
– Eg eri øgiliga skuffaður av Javnaðarflokkinum. Eg veit ikki, hvar hann er á veg, sigur Høgni Hoydal.
Tey søgdu ja
Hini trý, ið søgdu ja, vóru sostatt umboð frá samgonguni - altso: Bill Justinussen, Edva Jacobsen, Jaspur Langgard.
Edva Jacobsen váttar, at eisin hon mælti til at taka undir við landsstýrismanninum um, at vit skulu skriva undir avtaluna um radaran. Tað sama ger Bill Justinussen, sum eisini er formaður í Uttanlandsnevndini.
– Ja, eg mælti til at skriva undir. Men eg úttali meg ikki meira um tað, sum er farið fram í nevndini annað enn tað, sum eg sjálvur havi sagt, sigur hann.
Jaspur Langgaard sigur soleiðis:
– Mín egni holdningur er, at eg taki undir við landsstýrinum, at vit skulu undirskriva radaran. Mín meining hevur altíð verið, at vit sum partur av vesturheiminum taka ta ábyrgd, sum skal til, sigur Jaspur Langgaard.