Nú er at bera skjótt at

Nú verður vanligi netbankin avtikin, men tey, sum eru skjótt í vendingini, slepst undan óneyðugari bíðitíð

Nú verður vanligi netbankin, har vit brúka NemID, avtikin og ístaðin skal Samleikin brúkast, bæði hjá privatfólki og hjá vinnulívinum. Tí heita peningastovnarnir á øll um at fáa sær Samleikan sum skjótast.

 

Við Samleikanum fæst eisini atgongd til tann nýggja netbankan. Tey fyrstu eru longu farin at brúka nýggja netbankan hjá føroysku peningastovnunum ígjøgnum Samleikan. Í næstum skulu allir føroyingar skifta til tann nýggja Netbankan, og tá er neyðugt at hava Samleikan fyri at fáa atgongd til kontur, gera flytingar, undirskriva skjøl, og annað.

 

– Peningastovnarnir heita á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at fáa sær samleikan sum skjótast, siga peningastovnarnir í eini fráboðan í morgun. Tey siga, at fáa fleiri sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið gamli Netbankin letur aftur, og NemID verður endaliga avtikið – og tað verður  13. juni í ár, at núverandi netbanki verður niðurlagdur.