StÍF hevur í dag, 30. oktober, skrivað undir sáttmála við Marius um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2021/22.
At Marius Joensen verður nýggjur venjari varð longu kunngjørt hin 17. oktober, tá StÍf á fyrsta sinni boðaði frá venjaraskiftinum, sum vit eisini skrivaðu um á in.fo tá.
Men nú er sáttmáli so undirskrivaður. StÍf skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Hann fer eisini at hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær.
Marius hevur verið fyribils venjari hjá kvinnunum síðan samstarvið við undanfarna venjara endaði hálvan oktober.
Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.
Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.
Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.
Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.