Nú er FM vegurin breiður

Í dag vunnu KÍ kvinnurnar stórsigur á HB í Gundadali

Alt talar nú fyri, at KÍ kvinnurnar aftur í ár fara at vinna FM heitið. Í triði síðsta umfari vóru tær í kvøld í Gundadali, har HB var vertur. Undan hesum umfarinum var tað longu greitt, at HB hevur vunnið bronsukrónurnar.

Eitt sindur av spenningi kendist, um tað kundi eydnast HB at taka stig frá KÍ og harvið at flyta FM favorittheitið til EBS/Skála. Men HB gjørdi einki við KÍ. Tølini siga, at talan var um sannførandi sigur, og soleiðis varð tað. KÍ vann 6-1, eftir at hálvleiksstøðan var 5-0!

Maria K. Thomsen skoraði trý mál, Sofía Purkhús tvey og Annika Ragna Petersen skoraði eina ferð. Bjørt Magnussen pyntaði um fyri HB, tá ið KÍ var frammanfyri við fimm málum.

Í tveimum teimum síðstu umførunum skal KÍ spæla ímóti AB á heimavølli og ÍF á útivølli.

Tíðliga seinnapartin vann Víkingur 2-0 á heimavølli ímóti ÍF, og í kvøld vann B36 heimadystin ímóti AB 6-2.

 

Støðan

KÍ 43

EBS/Skála 42

HB 28

B36 26

ÍF 12

Víkingur 8

AB 5

HB hevur spælt 15 dystir, Víkingur 17 dystir og hini liðini 16 dystir.

 

6. oktober

B36-EBS/Skála

KÍ-AB

HB-ÍF