Skipaeftirlitið hevur nú endaliga góðkent nýggja skúvoyarskipið, Sildberan. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Páll á Reynatúgvu hevur gjørt eitt sindur burturúr at spyrja um trygdarviðurskiftini hjá Sildberanum. Og tá ið hann spurdi fyri stuttum, fekk hann at vita, frá Johan Dahl, at tá var Sildberin var fyribils goðkendur sum ferðafólkaskip.
Men nú hevur Páll á Reynatúgvu spurt einaferð afturat, fyri at fáa vissu fyri trygdini hjá teimum, sum ferðast á Skúvoyarleiðini, sum hann sigur. Hann vil eisini hava at vita, um Johan Dahl sjálvur hevur havt samband við sjóvinnustýrið um Sildberan. Og nú staðfestir Johan Dahl, at Sildberin er endaliga góðkendur, men at hann einki samskifti hevur havt við Sjóvinnustýrið í hesum sambandi.
Johan Dahl leggur afturat, at Sildberin er bygdur av serliga sterkum stáli, fyri at halda eginvektina á skipinum so lága sum til ber. - Tað eru greiðar og nágreiniligar reglur fyri, hvørji krøv skipini skulu lúka, fyri at verða góðkend til ferðafólkaflutning. Sildberin lýkur øll neyðug krøv og tað er ein sjálvsøgd fortreyt fyri at fá endaliga loyvið, sigur Johan Dahl.
|