Christian Andreasen, sum er talsmaður fyri Fólkaflokkin, er ótolin og hann undrast á, at landsstýrið ikki er komið longri. Løgtingið er farið undir aðalorðaskifti um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni og í tí sambandi átalaði Christian Andreasen landsstýrið, tí at tey ikki eru komin longri við arbeiðnum at minka um almenna virksemið. Ein borgarlig samgonga eigur at minka um tað almenna virksemi – ikki at veksa um tað.
Eitt nú heldur hann, at tað er sjálvsagt, at landskassin selur sín part í BankNordik, og tað undrar hann, at landsstýrið ikki er komið longur á tí økinum. Hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt at einskilja Posta, sum er í harðari kapping við privatar fyritøkur. Føroya Tele er eisini ein stovnur, sum eigur at verða einskilt, og hann vísir eisini á, at aðrastaðni eru Bileftirlitið uppgávurnar at gera landmátingar, latin privat at røkja.
Harumframt heldur hann, at tað er líka sjálvsagt at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag, tí tað er einasti máti at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Hann vísir á, at íløgukarmurin hjá tí almenna er sprongdur, so skal Strandferðslan fáa nýggj skip, er einasti mátin at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag, sum kann taka lán og arbeiða yvir fleiri ár ísenn.
Tvey pláss, sum hava funnist nógv at samferðsluni, eru nólsoyingar og svínoyingar, men við tey hevði Christian Andreasen ein greiðan boðskap: Tað er bara ein vegur at bøta um samferðsluna og tað er at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag, tí bara soleiðis verður tað møguligt at endurnýggja flotan, tí eitt alment partafelag kann taka lán og fíggja tað við rakstrinum.