Nú er klárt at bjóða fólki inn á gólvið

Vónandi verða húsini klár at taka í brúk um eitt ár

Tey hava arbeitt í fleiri ár uppá húsini. Og nú er loksins komið so langt, at tey tey halda, at tey kunnu koma sær at bjóða fólki inn á gólvið at síggja.

Tað eru gomlu doktarahúsini, kommunuskrivstovan, brumman v.m. á Tvøroyri, vit tosa um.

Fyri skjótt nógvum árum síðani fekk fornminnafelagið á Tvøroyri hesi húsini at varðveita.

Síðani hevur verið arbeitt uppá at gera tey ístand. M.a. eru tey flutt eina húsabreidd oman frá vegnum.

í sambandi við langa leygardagin á Tvøroyri í ovurmorgin, verður húsið opið fyri almenninginum frá klokkan 2 til klokkan 6.


Vælkomin við lutum

Ætlanin er, at húsini skulu blíva eitt bygdarsavn við ymsum gomlum av Tvøroyri í.

Jonny Dimon, sum er ein av nevndarlimunum í fornminnafelagnum sigur, at enn eigur felagið ikki stórvegis av gomlum lutum

Men tey hava fingið tilsøgn um ein hóp av lutum frá fólki.

Men enn eru lutirnir ikki komnir longur enn til at teir eru skrásettir, tí enn hevur felagið ikki havt møguleikar at varðveita teir.

Jonny Dimon sigur, at eru tað fólk, sum hava ymiskt gamalt liggjandi, tey vilja hava varðveitt, og sum tey vilja lata bygdarsavninum, eru tey vælkomin at taka tað við í húsið leygardagin. Ella tey kunnu siga siga frá, hvat tey hava.

Hon sigur, at ikki minst sóknast tey eftir einum gomlum stovuovni. So hevur nakar ein slíkan standandi, hevði hann verið kærkomin gáva.


Ein gomul bygdarmynd

Hesi gomlu húsini, sum fornminnafelagið nú hevur fingið at varðveita, eru ein gomul bygdarmynd á Tvøroyri.

Og tey hava eisini havt sín týdning í bygdini.

Tey eru bygd mitt í farnu øld til doktarahús.

Men síðani hava tey verið brúkt til alt møguligt: kommunuskrivstovu, politistøð og brummu, skúla og bókasavn.

Tá ið doktarin húsaðust í húsunum, var eisini apotek í húsunum.

Men tá var ikki nógvur heilivágur og tað sæst aftur á apotekinum, tí tað var lítið, ikki meiri enn tvær ferðir tveir metrar hvønn vegin, ella einar fýra fermetrar íalt.

Men húsini hava verið ómetaliga stór og stásilig eftir tátíðar viðurskiftum.

Tí enn í dag teljast tey ímillum tey størstu húsini á Tvøroyri.

Og fínt hevur verið inni. M.a. høvdu tey baðiverilsi á loftinum. Har inni sæst farvegurin eftir onkrum, tey halda hevur verið brúsa, og tað man hava verið fáum beskorið tá á døgum.