Nú er klárt til HM í estetiskum fimleiki 2015

Nú er klárt at bjóða fimleikarum úr øllum heimsins londum vælkomnum til heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki í Tórshavn í summar.

 

Í summar fer eitt av teimum heilt stóru ítróttar tiltøkunum av bakkastokki. HM í estetiskum fimleiki verður í døgunum frá 4. til 8. juni 2015 í Havn.

 

Umleið 700 íðkarar koma til Føroyar at kappast um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki. Føroysk lið hava í fleiri ár tikið lut í kappingum á altjóða stigi í estetiskum fimleiki, og okkara lið hava fingið heilt góð úrslit, hóast tey hava ferðast langa leið í fjarskotin lond.

 

At bjóða seg fram til tílíka heimsmeistarakapping krevur ikki so lítið av fyrireikingum. Fimleikafeløg og fimleikasamband hava lagt stóra orku í at skipa so væl fyri, sum møguligt. Men tað er sjálvsagt eisini neyðugt við útgerð, so at kappingin kann fara fram forsvarliga og professionelt.

 

Til tess at tað kann eydnast hevur Tórshavnar Býráð í dag samtykt at útvega neyðugu útgerðina. So at bæði áskoðarum og fimleikarum verða tryggjað best møguligu umstøður.

 

Sum forkvinna í mentanarnevndini haldi eg tað vera umráðandi at tryggja, at býurin kann taka á seg slík týdningarmikil tiltøk. Tað er við til at seta Føroyar og Havnina á heimskortið, og tað er so sanniliga við til at menna fimleikin. Her snýr tað seg um fimleik á høgum stigi. Men fimleikur er harumframt ein ítróttargrein, sum hevur stóran týdning fyri bæði ungdóm og fólkaheilsu.

 

Helena Dam á Neystabø,

forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs