Fyrr í kvøld var grannauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini millum tey bæði liðini úr Kópavogi, Breiðablik og HK.
Á heimavølli á Kópavogsvøllinum eydnaðist tað liðnum hjá Patriki Johannesen í einum málríkum dysti at vinna 5-3 á HK.
Tá Patrik kom á vøllin í 81. minutti var Breiðablik á odda 5-2.
Breiðablik-HK 5-3 (1-2)
1-0 Viktor Karl Einarsson ('9 )
1-1 Eiður Gauti Sæbjörnsson ('25 )
1-2 Arnþór Ari Atlason ('28 )
2-2 Kristófer Ingi Kristinsson ('54 )
3-2 Aron Bjarnason ('58 )
4-2 Höskuldur Gunnlaugsson ('61 )
5-2 Aron Bjarnason ('78 )
5-3 Atli Þór Jónasson ('93 )
Breiðablik er nú aftur fremst í deildini við 49 stigum. Breiðablik er trý stig frammanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík sum tó hevur leikt ein dyst færri.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur Reykjavík dyst á útivølli móti Fylkir. Vinnur Víkingur tann dystin við tveimum málum eru teir fremst undan endaspælinum, har seks tey ovastu liðini spæla fimm dystir. Liðini taka stigini frá 22 teimum fyrstu umførunum við sær.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | Breiðablik | 22 | 15 | 4 | 3 | 53:28 | 25 | 49 |
2 | Víkingur R. | 21 | 14 | 4 | 3 | 50:23 | 27 | 46 |
3 | Valur | 21 | 10 | 5 | 6 | 49:32 | 17 | 35 |
4 | Akranes | 22 | 10 | 4 | 8 | 41:31 | 10 | 34 |
5 | Stjarnan | 22 | 10 | 4 | 8 | 40:35 | 5 | 34 |
6 | FH | 22 | 9 | 6 | 7 | 39:38 | 1 | 33 |
7 | Fram | 22 | 7 | 6 | 9 | 31:32 | -1 | 27 |
8 | KA | 22 | 7 | 6 | 9 | 32:38 | -6 | 27 |
9 | KR | 21 | 5 | 6 | 10 | 34:42 | -8 | 21 |
10 | HK | 22 | 6 | 2 | 14 | 26:56 | -30 | 20 |
11 | Vestri | 22 | 4 | 6 | 12 | 22:43 | -21 | 18 |
12 | Fylkir | 21 | 4 | 5 | 12 | 26:45 | -19 | 17 |