Nú er Øskufía deyð

Í 2008 varð Libuše Šafránková - ella "Askepot" - kosin at vera besti sjónleikari í Kekkia.

 

 

Kendi sjónleikarin - Libuše Šafránková úr Kekkia - ið eitt nú spældi leiklutin sum Askepot, er deyð, 68 ára gomul.

 

Tað er kekkiska tíðindarásin - CT24 - sum ber hesi tíðindi, og sambært rásini hevur familja hennara váttað deyðsfallið.

 

Libuše Šafránková var kendur sjónleikari í heimlandi sínum, og kring um heimin verður hon eisini mint fyri sín leiklut sum "Askepot" frá 1973.

 

Í 2008 varð Libuše Šafránková  kosin at vera besti sjónleikari í Kekkia. Sambært kekkiskum miðlum hevur "Askepot" drigist við sjúku í fleiri ár.

 

##med2##