Nú er oljan bíligari enn fyri kríggið í Ukraina

Russiska kríggið í Ukraina hevur fingið skuldin fyri nógvan tramansskap

– Eisini fyri hægri oljuprísin.

Tá Russland leyp á Ukraina fór oljuprísurin í topp, og hægstur var hann á sumri í fjør, tá ein litur av húsarhaldsolju kostaði 13,31 krónur, sum var 4,31 meira enn 24. februar, tá Russland legði á Ukraina. tann 29. juni var prísurin á húsarhaldsolju 47,9 prosent dýrari enn 24. juni í fjør.

Síðani hava verið sera nógvar prísbroytingar, viðhvørt lækkar og viðhvørt hækkar prísurin. Men í vikuni fór oljuprísurin í Føroyum fyri fyrstu ferð niður um tað, sum hann var 24. februar. 

Í gjár kostaði ein litur av húsarhaldsolju hjá Magn 8,73 krónur og hjá Effo 8,93 oyru. Tað eru ávikavist 3,1 og 0,8 prosent minni enn 24. februar í 2022, tá ein litur av olju kostaði 9 krónur.

Ein litur av bensini hjá Magn kostaði í gjár 11,79 krónur, og ein litur av diesel hjá Magn kostaði 10,09 krónur.

Oljufeløgini hava ikki lov at avtala prísir, men so skjótt annað felagið broytir prísin, so ganga vanliga bara tímar, so er prísurin tann sama hjá hinum oljufelagnum.