Sonurin hjá norsku krúnprinsessuni, Mette-Marit, Marius Borg Høiby varð sunnukvøldið handtikin av løgregluni. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Nú er sonur Mette-Marit varðhaldsfongslaður

Tað gongur ikki so væl hjá norska kongshúsinum í løtuni. Atfinningar hegla niður yvir prinsessunna fyri sambandið við Epstein, og nú er sonur varðhaldsfongslaður

Sonurin hjá norsku krúnprinsessuni, Mette-Marit, Marius Borg Høiby varð sunnukvøldið handtikin av løgregluni. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, Marius Borg Høiby varð nú seinnapartin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tað upplýsir norska tíðindastovan NTB.

Fongsulsrevsingin kemur dagin fyri, at rættarmál móti Høiby byrjar í morgin.

– Rætturin heldur, at rímilig orsøk er til illgruna í ákæru. Tað er tí meira sannlíkt, at tann ákærdi er sekur enn ikki sekur í ákæruni, vísir grundgevingin fyri fongsul frá Oslo tingrett.

Marius Borg Høiby varð í gjárkvøldið handtikin av løgregluni, skuldsettur fyri hópin av nýggjum lógarbrotum.

Løgreglan í høvuðsstaðnum í Noregi, Oslo, váttar fyri norska miðlinum NRK, at Høiby er handtikin og skuldsettur fyri hóttanir við knívi, brot á afturhaldsskipan og mál um tað, sum í norsku revsilógini verður kallað likamligan ágang.

Kropsligur ágangur er harðskapsnýtsla ella á annan hátt at geva einum persóni likamligan skaða.

Partur av grundarlagnum fyri, at løgreglan vil hava Høiby fongslaðan, er, at vandi kann vera fyri, at hann fór at fremja líknandi brotsverk, meðan hann er leysur.

Og hesum hevur rætturin í Oslo tikið undir við, skrivar NTB.

Rættarfundurin um fongsulsrevsingina hjá Høiby hevur verið viðgjørdur sum sokallað skrivstovumál. Hetta merkir, at rætturin hevur gjørt úrskurð í fongsulsmálinum, uttan at ákærdi er til staðar.

Petar Sekulic, sum er advokatur hjá Høiby, sigur við Dagbladet, at Høiby umhugsar at kæra fongsulsrevsingina.

– Vit taka úrskurðin til eftirtektar, og kæra verður viðgjørd, so skjótt sum Høiby og tann órættaði hava havt høvi at greiða frá.

Handtøkan av Marius Borg Høiby fór fram bert tveir dagar áðrenn hann skal fyri rættin í einum umfatandi máli, har hann er skuldsettur fyri 38 brotsverk, harav fýra neyðtøkur, álop, harðskap og hóttanir.

Málið byrjaði, tá hann varð handtikin í august 2024 og skuldsettur fyri at hava lopið á eina unga kvinnu.

Síðani eru ákærurnar móti honum øktar, samstundis sum gølan hevur breitt seg kastað myrkar skuggar yvir alla norsku kongsfamiljuna.

Rættarmálið, har Høiby situr á ákørubeinkinum, byrjar í morgin týsdagin 3. februar í tingrættinum í Oslo.

Ellen Holager Andenæs, sum er verji hjá Høiby, hevur váttað fyri norsku tíðindastovuni NTB, at 29 ára gamli bonusprinsurin er handtikin, og at løgreglan vil halda hann aftur.

Hon vil ikki siga, hvussu Høiby fyriheldur seg til nýggju ákærurnar ella hvar hann varð handtikin.

Tann 29 ára gamli avsannar tær mest álvarsligu ákærurnar, hann er skuldsettur fyri - eitt nú neyðtøku og álop.

Hann viðgongur seg tó sekan í harðskapi móti einum fyrrverandi partnara og í at hava flutt kannabis.

 

/Ritzau/

 

Sonurin hjá norsku krúnprinsessuni, Mette-Marit, Marius Borg Høiby varð sunnukvøldið handtikin av løgregluni. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Rættarmál móti Mariusi Borg Høiby byrjar í Oslo Tingrett í morgin. Hann hevur verið skuldsettur fyri 38 lógarbrot. - Mynd: Lise Åserud/Ritzau Scanpix