Nú er Steffan formaður í Miðflokkinum

Jenis av Rana, sum hevur verið formaður í Miðflokkinum í 32 ár, hevur nú lagt frá sær

Hesum boðar Miðflokkurin frá í dag:

 

– Formansval, sum sambært lógum floksins skal verða aftaná hvørt løgtingsval, hevur í dag verið í Miðflokkinum.

 

– Jenis av Rana, sum hevur verið formaður floksins síðani 1998, segði seg úr formansstarvinum, og Steffan Klein Poulsen varð valdur nýggjur formaður fyri flokkin.

 

Steffan Klein Poulsen fekk 701 atkvøðu á løgtingsvalinum. Jenis av Rana fekk 364.

 

Við Sosialin í síðstu viku segði Jenis av Rana, at hann fer ikki at stilla upp aftur til næsta løgtingsval.

 

– Kanska tey fáa lokkað meg, um val verður í ótíð um til dømis eitt ár, legði hann afturat.