Málið hjá uppflytarunum í FC Suðuroy er at varðveita plássið í bestu deildini. Í summarsteðginum er liðið fimm stig omanfyri strikuna, og Jón Pauli Olsen og hansara menn fyrireika seg nú at vera væl fyri, tá ið tað ólavsøkudag í Gundadali ímóti HB verður farið undir langa endaspurtin.
Í gjár varð boðað frá, at Símun Samuelsen er aftur í barndómsfelagnum í Vági, og í kvøld verður upplýst í FC Suðuroy, at tríggir spælarar, sum áður hava umboðað FC Suðuroy, nú eru komnir aftur í felagið og skulu hjálpa til fram til kappingarlok í heyst.
Talan er um Reidar Dahl Joensen, Teitur Tausen og Inga Poulsen, sum síðstu tíðina hava spælt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn.
24 ára gamli Reidar Dahl Joensen var fastur maður á liðnum, sum í fjør kvalifiseraði seg at spæla í bestu deildini í ár. 24 ára gamli Teitur Tausen var á besta liðnum fram til summarsteðgin í 2013, tá ið hann fór av landinum í lestrarørindum, og 21 ára gamli Ingi Poulsen var á besta liðnum nakrar ferðir síðsta summar.