Nú eru Gunnar og liðfelagarnir aftur fremst í Íslandi

Víkingur Reykjavík tryggjaði sær sigurin móti Vali í yvirtíðini

 

 

Tað er hørð kapprenning millum Víking Reykjavík og Breiðablik um hvør teirra fer at vinna íslendska meistaraheitið.

 

Gunnar Vatnhamar var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi leiktu torføran dyst á útivølli móti Vali á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Tað eydnaðist Víkingi við einum máli, ið Tarik Ibrahimagic skoraði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat at vinna 3-2. Valur var annars eitt skiftið á odda 2-1.

 

Valur-Víkingur Reykjavík 2-3 (1-1)

0-1 Valdimar Þór Ingimundarson ('23 )

1-1 Patrick Pedersen ('43 )

2-1 Birkir Már Sævarsson ('51 )

2-2 Tarik Ibrahimagic ('69 )

2-3 Tarik Ibrahimagic ('93 )

 

Sostatt tók Víkingur oddasessin aftur frá Breiðablik. Liðini hava 55 stig hvør, men Víkingur hevur betri málmun.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík24174362:253755
2Breiðablik24174356:282855
3Valur24116757:381939
4Stjarnan23105842:37535
5Akranes23104941:33834
6FH2496939:42-333

 

Breiðablik og Víkingur Reykjavík hava hesar dystirnar eftir at leika í ovara endaspælinum:

 

06.10 18:00Víkingur Reykjavík:Stjarnan
06.10 20:15Breiðablik:Valur
19.10 15:00Akranes:Víkingur Reykjavík
20.10 20:15Breiðablik:Stjarnan
27.10 15:00Víkingur Reykjavík:Breiðablik