Ávaring: Nú royna teldusníkar aftur at lumpa fólk

Løgreglan er nú komin við eini ávaring til fólk

Føroya Politi hevur fingið boð um, at fleiri phishing teldubrøv eru í umferð í Føroyum í løtuni. Hetta eru teldubrøv, har teldusníkar royna at lokka fólk til at geva upplýsingar frá sær, eitt nú um brúkaranavn og loyniorð. Á myndini, sum er viðheft hesum innleggi, sæst dømi um, hvussu tann eini av hesum teldupostunum sær út.'

 

##med2##

 

Í hesum phishing teldupostinum er ein leinkja til eitt OneNote dokument, og har er so ein leinkja til eina phishing heimasíðu, har tú verður biðin um at skriva brúkaranavn og loyniorð hjá tær.

 

Tær teldupostadressur, ið teldusníkarnir fáa atgongd til, verða síðani eisini nýttar til at senda aðrar phishing teldupostar. Tey, sum senda teldubrøvini eru tískil veruligar teldupostadressur hjá føroyskum fyritøkum.

 

Hevur tú fingið tú ein tílíkan teldupost, og hevur tú skrivað brúkaranavn og loyniorð, verður mælt til, at tú, skjótast gjørligt, broytir títt loyniorð. Og samstundis verður mælt til, at tú eisini loggar av allastaðni. Ístaðin skalt tú fáa tær eitt nýtt loyniorð, og eina eykatrygd har innritanin er í tveimum stigum. Tað er, at tú, tá ið tú loggar inn onkustaðni, fær tú eitt sms, har tú skalt vátta, at tú ritar inn.

 

Eisini verður mælt til, at tú kannar, um nakrar reglur eru í teldupostkontuni, sum kunnu gera, at øll teldubrøv, tú fært, verða strikað, automatiskt, ella verða víðarisend automatiskt.

 

Hevur tú sama loyniorð á øðrum tænastum á internetinum, verður eisini mælt til, at tú broytir loyniorð á teimum tænastunum skjótast gjørligt.