Frá 2015 og higartil hevur Smyril avlýst ímillum 14 0g 40 túrar um árið. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið landsstýrismannin leggja tølini á borðið fyri, hvussu ofta Smyril avlýsir túrar ímillum Suðuroy og Havnina. Nógvar søgur ganga um, at Smyril avlýsir oftari og oftari, men nú eru tølini komin á borðið.
Jørgen Niclasen sigur, at síðani 2015 hevur Smyril avlýst ímillum 0,75 prosent og 2,14 prosent av túrunum um árið, og sum aloftast er tað ringt veður, sum er orsøkin.
##med2##
Jørgen Niclasen sigur, at frá 1991 til 2000 vóru 1.050 túrar millum Havnina og Suðuroy um árið í miðal. Í 2010 var túratalið um Suðuroyarfjørð umleið 1.650 um árið. Men nú siglir Smyril 365 dagar um árið, og hann siglir 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna. Sostatt siglur Smyril nú 1.872 túrar ímillum Suðuroy og Havnina um árið. Tað merkir, at túratalið er økt einar 822 túrar um árið, ella 77,3 prosent. Fleiri túrar merkir sjálvsagt eisini fleiri avlýsingar.
##med3##
Til í 1997 hevði Strandferðslan tvey skip til taks á Suðuroyarleiðini, nevniliga Smyril og Teistan, men so varð Teistin seldur. Teistin varð settur inn á Suðuroyarleiðina tá ið brúk var fyri tí. Tískil kundi ferðaætlanin tá leggjast betri til rættis í sambandi við viðlíkahald, teknisk brek, dokkingar og annað, og tískil vóru fáir túrar avlýstir.
##med4##
Síðan Teistin varð seldur í 1997, hevur Smyril einsamallur verið álitið á Suðuroyarleiðini. Tá ið hann siglir fleiri túrar um dagin, er ikki tíð til at útseta ein túr til seinri um dagin og tí verða túrar avlýstir ístaðin.
Strandferðslan hevur eisini upplýst fyri landsstýrismanninum, at hvílureglurnar hjá manningunum eru herdar og tað hevur stóra ávirkan á siglingina. Manningarnar hava ikki loyvi til at sigla meiri enn 13 tímar um dagin. Verður hvílitíðin ikki hildin, hevur skipið ikki loyvi til at loysa morgunin eftir.
##med5##
Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt væl færri túrar, men teir er eisini sum skrásett sum avlýsingar.
Strandferðslan arbeiðir við eini loysn, har eitt skip verður keypt afturat til at røkja farmaflutningin millum Havnina og Suðuroy, og sum eisini verður avloysaraskip fyri Smyril. Við hesum fæst ein greiður skilnaður millum farmaflutning og ferðafólkaflutning á Suðuroyarleiðini, og reglusemi verður upp aftur betri tá eykaskip er tøkt, sigur Jørgen Niclasen.
##med6##
##med7##