Nú eru vit stívliga 54.700 fólk í Føroyum

1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,1%.

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og seinasta árið kom árligi vøksturin upp á 1,2% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðar. Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt. Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 197 fólk og eini nettoflyting á 444 fólk.  

Talvan niðanfyri vísir, at seinasta árið var lítil vøkstur í burðaravlopinum og lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðarnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí inntil víðari at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.


Burðaravlopið veksur

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. 


Ikki-danskir ríkisborgarar fleiri í tali

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Harafturímóti er talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, vaksandi. 86% av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum síðstu tvey árini, høvdu annan ríkisborgaraskap enn danskan. Broytingin sæst aftur í myndini niðanfyri. 

undefined

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum. Í nøkrum bygdum setir fólkatalið met mánaða fyri mánaða. Eitt nú kann nevnast, at fólkatalið á Toftum og á Strondum er farið upp um 1.000, og at fólkatalið í Syðrugøtu hevur rundað 500 fyri fyrstu ferð. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. aug. 2022 og 2023. 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
    
aug 2022 – aug 2023    
   augustmunur  
 20222023persónar%
     
Tilsamans54.09754.7386411,2
Fugloyar kommuna394237,7
- Hattarvík1013330
- Kirkja292900
Viðareiðis kommuna348345-3-0,9
- Viðareiði348345-3-0,9
Hvannasunds kommuna416429133,1
- Depil253150
- Hvannasund24825241,6
- Múli000-
- Norðdepil16316963,7
- Norðtoftir3300
Klaksvíkar kommuna5.3995.488891,6
- Klaksvík5.0075.092851,7
- Árnafjørður656723,1
- Norðoyri15916342,5
- Ánirnar5749-8-14
- Mikladalur252614
- Trøllanes1716-1-5,9
- Svínoy293126,9
- Húsar343738,8
- Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14615153,4
- Haraldssund6572710,8
- Kunoy8179-2-2,5
Fuglafjarðar kommuna1.6261.637110,7
- Fuglafjørður1.6141.625110,7
- Hellurnar121200
Eysturkommuna2.2962.293-3-0,1
- Leirvík1.0441.04400
- undir Gøtueiði3532-3-8,6
- Gøtugjógv5753-4-7
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400
- Norðragøta666660-6-0,9
- Syðrugøta490500102
Nes kommuna1.4791.540614,1
- Nes, Eysturoy36737692,5
- Saltnes151161106,6
- Toftir9611.003424,4
Runavíkar kommuna4.3234.389661,5
- Oyndarfjørður136130-6-4,4
- Elduvík1115436,4
- Funningsfjørður6159-2-3,3
- Æðuvík10897-11-10,2
- Glyvrar448472245,4
- Lamba157155-2-1,3
- Rituvík328340123,7
- Runavík592582-10-1,7
- Saltangará1.1231.168454
- Skipanes545511,9
- Søldarfjørður362354-8-2,2
- Lambareiði911222,2
- Skála750765152
- Skálafjørður13313853,8
- Funningur5148-3-5,9
Sjóvar kommuna1.1611.207464
- Innan Glyvur8885-3-3,4
- Kolbeinagjógv2936724,1
- Morskranes3126-5-16,1
- Selatrað404337,5
- Strendur9731.017444,5
Eiðis kommuna792811192,4
- Eiði711722111,5
- Ljósá343738,8
- Svínáir4752510,6
Sunda kommuna1.8381.856181
- Norðskáli33033000
- Oyrarbakki172168-4-2,3
- Oyri169179105,9
- Gjógv2329626,1
- Haldórsvík119116-3-2,5
- Langasandur4643-3-6,5
- Tjørnuvík4746-1-2,1
- Saksun1011110
- Hvalvík26226310,4
- Nesvík000-
- Streymnes323336134
- Hósvík337335-2-0,6
Tórshavnar kommuna23.01223.3153031,3
- Kollafjørður827821-6-0,7
- Oyrareingir4138-3-7,3
- Signabøur15115210,7
- Argir2.5012.533321,3
- Tórshavn13.91414.1522381,7
- Kaldbak255251-4-1,6
- Kaldbaksbotnur8800
- Mjørkadalur000-
- Sund1100
- Hvítanes9910788,1
- Hoyvík4.6144.656420,9
- Norðradalur109-1-10
- Syðradalur, Streymoy98-1-11,1
- Kirkjubøur8577-8-9,4
- Velbastaður251263124,8
- Hestur1715-2-11,8
- Koltur000-
- Nólsoy229224-5-2,2
Kvívíkar kommuna607601-6-1
- Kvívík39939900
- Leynar112111-1-0,9
- Skælingur131300
- Stykkið333526,1
- Válur5043-7-14
Vestmanna kommuna1.2611.286252
- Vestmanna1.2611.286252
Vága kommuna2.1722.191190,9
- Sandavágur9931.027343,4
- Miðvágur1.1381.122-16-1,4
- Vatnsoyrar414212,4
Sørvágs kommuna1.2501.25000
- Sørvágur1.1481.15020,2
- Bøur7471-3-4,1
- Gásadalur131300
- Mykines151616,7
Skopunar kommuna46546940,9
- Skopun46546940,9
Sands kommuna521539183,5
- Sandur521539183,5
Skálavíkar kommuna13213532,3
- Skálavík13213532,3
Húsavíkar kommuna10798-9-8,4
- Dalur3529-6-17,1
- Húsavík6259-3-4,8
- Skarvanes101000
Skúgvoyar kommuna3932-7-17,9
- Skúgvoy2927-2-6,9
- Stóra Dímun105-5-50
Hvalbiar kommuna668650-18-2,7
- Hvalba600584-16-2,7
- Sandvík6866-2-2,9
Tvøroyrar kommuna1.7761.770-6-0,3
- Froðba290284-6-2,1
- Trongisvágur543529-14-2,6
- Tvøroyri859871121,4
- Ørðavík2824-4-14,3
- Ørðavíkslíð5662610,7
Fámjins kommuna8279-3-3,7
- Fámjin8279-3-3,7
Hovs kommuna10310411
- Hov10310411
Porkeris kommuna329323-6-1,8
- Porkeri329323-6-1,8
Vágs kommuna1.3611.379181,3
- Vágur1.3611.379181,3
Sumbiar kommuna349329-20-5,7
- Lopra8471-13-15,5
- Sumba252246-6-2,4
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1312-1-7,7