Nú fáa íbúgvar á Reyni frið fyri larmandi skipum

Í næstum skulu skip, sum landa við Vestaru bryggju í Havn knýta í landstreym

Í gjár skrivaðu Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kristoffur D. Joensen, stjóri í sp/f Install, undir sáttmála um veiting av landstreymsskipan til Vestaru bryggju í Havn.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Skipanin er ætlað at kunna veita landstreym til skip, sum landa til Barðið, herundir serliga frystilínuskip, umframt onnur skip og bátar, sum liggja við Vestaru bryggju. Framyvir skulu hesi skip binda í landstreym, tá ið tey koma inn at landa ella liggja har.

 

Tórshavnar havn hevur raðfest júst hesa landstreymsskipanina fremst í eini størri ætlan fyri útbygging av landstreymi komandi árini.

 

– Nógv virksemi er á Vestaru bryggju, sum liggur lutfalsliga nær við býin, og serliga bústaðarøkið úti á Reyni fær við hesi skipan gagn av, at óljóð frá skipunum við vestaru bryggju fer at minka, tá ið skipini framyvir fara at knýta í landstreym, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Skipanin veitir streym við spenningi á 3x400 V, og hevur ein samlaðan streymmátt á 800 Ampere. Tríggir “stabbar” við streymúttøkum verða staðsettir framvið bryggjukantinum, hvør við fimm streymúttøkum í støddunum 16 A, 32 A, 63 A, 125 A og 2 við 250 A. Eitt skip kann sostatt fáa upp til 500 A av streymi, ið gevur umleið 300 kW av mátti.

 

##med3##

 

##med2##

 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kristoffur D. Joensen, stjóri í sp/f Install, skrivaðu í gjár undir sáttmála um veiting av landstreymsskipan til Vestaru bryggju í Havn