Nú fær Manchester United sín mann

Premier League: Alt bendir á, at Manchester United fær sín mann, sum teir hava viljað í eitt ár

Í eitt ár hevur Jadon Sancho verið settur í samband við Manchester United. Nú bendir alt á, at enski landsliðsspælarin skiftir frá Borussia Dortmund til Manchester United.

 

Fleiri ítróttarskrivarar, ið hava gott innlit í bæði týskan og enska fótbólt, siga at samráðingarnar eru komnar so væl áleiðis, at tað vendist ikki aftur. Høgri vongurin, ið hevur sín uppvøkstur í Watford og Manchester City, hevur í eitt ár verið settur í samband við hetta skiftið.

 

Jadon Sancho er við enska landsliðnum til EM-endaspælið, men her er hann ikki sloppin framat enn. Tað er hann sloppin í Borussia Dortmund, har hann saman við eitt nú norska Erling B. Håland, hevur klárað seg væl.

 

Italski ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano, ið vanliga veit væl, sigur at prísurin kemur væntandi at liggja um 640 milliónir krónur. Sáttmálin verður galdandi fram til 2026.