Komandi dagarnar streymar køld luft við vátaslettings- ella kavaælum inn yvir Føroyar av landnyrðingi og seinni norðri og útnyrðingi.
Í dag verður hvassur vindur upp í skrið av eystri go landnyrðingi, 15 til 20 m/s. Møguliga sólglottar, men eisini okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Sunnunáttina verður hvassur vindur upp í skrið av eystri og landnyrðingi, 15 til 20 m/s. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fýra hitastig.
Sunnudagin verður hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi, 15 til 20 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og trý hitastig.
Mánadagin makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, og út á náttina niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin úr frostmarkinum upp í trý hitastig.
Týsdagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og nøkur kavaæl. Hitin um dagin millum 1 kuldastig og 2 hitastg, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein vestan og seinni útsynningi. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti kavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 stig, um náttina niður í 5 kuldastig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.